Ongi úrslit

Talvlandsliðið er komið til Usbekistan

Usbekistan hýsir teimum 46. talvolympisku leikunum, sum byrja í dag – mikudagin 16. september

© Myndatøka: Hjalti Petersen
Føroyska talvlandsliðið í Usbekistan. F.v.: Elias Petersen, Jón í Horni Nielsen, John Rødgaard, Rókur Davidsen og Luitjen Akselsson Apol.
faroechess.com
6 tímar síðan

Føroyska talvlandsliðið er á langferð heilt eysturi í Ásia.

Usbekistan hýsir teimum 46. talvolympisku leikunum, sum byrja í morgin mikudagin.

Luttøkan er metstór. Í almennu røðini eru ikki færri enn 208 lond umboðað. Føroyar, sum ikki hava sterkastu manning hesaferð, eru tó styrkismettar sum nummar 107.

Eingin av okkara sterkastu trimum telvarum – Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft – eru við á hesum sinni.

 

Føroyska liðið er mannað soleiðis:

  1. Luitjen Akselsson Apol (2305) 20 ár

  2. IM John Rødgaard (2250) 71 ár

  3. Jón í Horni Nielsen (2078) 21 ár

  4. Elias Petersen (2075) 18 ár

  5. Rókur Davidsen (1988) 18 ár

 

Hesir fimm eru á nýggjasta føroyska styrkilistanum nummar ávikavist 4, 5, 18, 19 og 27. Avboðini hava tí verið fleiri enn vant.

Nevnast kann, at Grønland verður á fyrsta sinni við á talvolympiaduni. Grønland er styrkismett nummar 201.

Byrjað verður í morgin klokkan 11 fyrrapartin. Ikki fyrr enn í morginári fæst at vita hvørjum telvast skal ímóti í fyrsta umfari.

Ellivu umfør eru, telvað verður til 27. september.

 

Rokalig byrjan

Aldursforsetin á føroyska liðnum, John Rødgaard, telist millum veruligu OL-veteranarnar. Hann fekk sín OL-elddóp í 1984, og kundi verið abbi at øllum hinum á føroyska liðnum.

John hevur sent okkum forvitnisliga ferðafrásøgn frá fyrsta samdøgrinum í stóra asiatiska landinum fyri eystan.

 https://faroechess.com/?p

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13