Tað endaði við sannførandi 3-1 sigri til HB í Sarpugerði í kvøld. Síðstu vikurnar hevur HB vunnið ímíti NSÍ, KÍ og Víkingi, og nú er tað eitt stig fram til KÍ og fýra stig fram til NSÍ. Sunnudagin fær NSÍ vitjan av AB, og mánakvøldið fær KÍ vitjan av EB/Streymi.
-Vit hugsa ikki um FM heitið, tí tað sær framvegis út til at vera langt burtur. Men vit hava fokus á næsta dystinum og vóna, at góða gongdin fer at halda fram, so vit enda á plássi, sum ber luttøku í Europa við sær, sigur HB hjálparvenjarin Teitur Matras Gestsson.
Tað kann fara at vísa seg at vera dýrt, at tað á heimavølli endaði 0-0 ímóti 07 Vestur?
-Tað var ein svipsari í góðari gongd, tá ið vit hava vunnið bæði ímóti NSÍ og KÍ, og tað var staðfesting av, at um vit ikki ofra okkum og renna teir metrarnar, sum skulu til, so kostar tað. Í kvøld var avrikið øðrvísi, og eg vóni, at vit fara at halda fram í hesum lagnum, sigur Teitur Matras Gestsson.
Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var Víkingur, sum legði seg á odda 12 minuttir eftir steðgin, tá ið Jørgen Nielsen við høvdinum eftir fríspark úr vinstru sendi bóltin í handara síðunetið. Tað var Aron Benjaminsen, sum við frísparki legði innfyri. Lítla løtu eftir leiðslumálið hjá Víkingi fór Aron Benjaminsen av vøllinum. Sambært dimma.fo fer hann mánadagin til Skotlands at hyggja eftir umstøðunum í Hearts og at samráðast um persónligu treytirnar fyri sáttmála við felagið.
Umleið 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið HB javnaði. Víkingarnir mistu í uppspæli í vinstru á egnari hálvu, og gestirnir gjørdu skjótt av. Í fyrstu atløgu hálvbjargaði Bárður á Reynatrøð í málinum, og so var miðvallarin Heini F. Sørensen fyrstur á returbóltinum, sum hann smekkaði í netið og so var 1-1.
HB hevði fríska lotið undan eftir steðgin, og eftir útjavnandi málið fekk HB av álvara um endan, meðan víkingarnir høvdu ilt við at fáa samanspælið at rigga, og teir vóru heilt sjáldan í HB brotsteiginum.
Ellivu minuttir undan leikloki bar HB yvirvágin 2-1 leiðslu við sær. Dan í Soylu legði við horna úr vinstru bóltin dygst undir málið, og hann endaði í netinum. Á dómaraseðlinum er Dan í Soylu skrásettur at vera málskjútti.
Víkingarnir royndu at vísa vilja í at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. Heldur var tað HB, sum vann seg til støður og møguleikar, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað innskifti Ebiye Moses, sum mitt fyri málinum staðfesti søta sigurin eftir innlegg úr høgru frá Mathias Voss.
Tapið ber við sær, at tað av álvara er trýst á Víkingi í kappingini um europeisku atgongumerkini. Fremsti vegur hjá Víkingi út í Europa er nú sigur í ímóti KÍ í finaluni um løgmanssteypið, sum verður leygarkvøldið um eina viku.
-Hetta var vónbrot, men vit geva ikki skarvin yvir í landskappingini, hóast tað eru fýra stig fram til HB, sum er á triðja plássi. Tað eru seks dystir eftir í landskappingini, og nú hava vit fokus á finaluni um løgmanssteypið ímóti KÍ. Sigur í finaluni ber europeiskt atgongumerki við sær, staðfestur 16 ára gamli Rósing Sverrason Toyt, sum aftur í kvøld var millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi og varð skiftur út, tá ið ein tími var farin.
Næsti landskappingardystur hjá HB verður sunnudagin 13. september á útivølli ímóti Skála ÍF.
Næsti landskappingardystur hjá Víkingi verður sunnudagin 13. september á útivølli ímóti NSÍ.