Ongi úrslit

Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!

Steffan Klein Poulsen, formaður Miðfloksins
2 tímar síðan

Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrael.

Útflutningurin til Ísrael
Um nøkur sendistova hevur havt góð úrslit, so er tað nettupp tann í Tel Aviv. Tað var í mai 2022, at sendistovan lat upp. Verður hugt at útflutningsvirðunum, so er útflutningurin farin frá nøkrum hundraðtúsund krónum um árið til hundraðtals milliónir síðani sendistovan lat upp:

– 2020: 0,2 mió. kr.
 – 2021: 0,3 mió. kr.

-----------------------------------------------------------------------

– 2022: 100 mió. kr. (sendistovan lat upp)
– 2023: 17 mió. kr.
– 2024: 12 mió. kr.
– 2025: 52 mió. kr.
– 2026: 165 mió. kr. (um verandi gongd heldur fram)

Her skal eisini havast í huga, at korona og konfliktin millum Ísrael og Hamas hava órógvað útflutningin sera nógv.

Harumframt er Ísrael millum heimsins mest nýskapandi lond, sum Føroyar kunnu fáa stóran ágóða av. Landsstýrismaðurin hevur tí ikki nakra fíggjarliga haldgóða grundgeving fyri at lukka sendistovuna í Ísrael.

Politiska signalið
Tað, sum er uppaftur verri, er tað sera óhepna signalið, Føroyar senda til Ísrael og útheimin við hesum átaki. Tað tykist, sum at Bárður setur líkheitstekin millum Russland og Ísrael við at lukka hesar báðar sendistovurnar.

Russland førir eitt brutalt og óprovokerað álopskríggj móti Ukraina, meðan Ísrael er eitt kroyst og einsamalt fólkaræði í stóru krúttunnuni í Miðeystri.

Samanumtikið
Sendistova Føroya í Ísrael hevur stimbrað okkara útflutning munandi. Tølini tala fyri seg. Samstundis er tað umráðandi, at Føroyar, sum partur av vesturheiminum, stuðla tí einasta fólkaræðinum í Miðeystri.

Undirritaði vónar, at okkurt skilagott løgtingfólk finst í ABC-samgonguni, sum kann steðga hesari óskiljandi ætlanini hjá Bárði á Steig Nielsen.

Steffan Klein Poulsen,
formaður Miðfloksins

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31