Ongi úrslit

Teldusníkar raktu matvøruhandlar í Evropa: Hitin fór upp í 50 stig

Teldusníkar hava lopið á køli- og frystiskipanir í fleiri evropeiskum londum. Í Svøríki máttu handlar tveita fleiri tons av matvørum burtur.

© ICA Gruppen.
Teldusníkar hava fingið atgongd til køli- og frystiskipanir í evropeiskum matvøruhandlum. Í Svøríki fór hitin upp í 50 stig, og fleiri tons av matvørum máttu tveitast burtur.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Eitt umfatandi teldusníkaálop hevur rakt matvøruhandlar og fyritøkur kring Evropa. Teldusníkar hava fingið atgongd til køli- og frystiskipanir og broytt hitan, so stórar nøgdir av matvørum eru oyðilagdar. Tað skrivar DR.

Í svenska býnum Sjöbo var hitin í kølidiskunum hjá ICA komin upp í heili 50 stig. Kjøt, ber og grønmeti máttu tveitast burtur.

Sambært DR vórðu fleiri tons av matvørum beind burtur.

Fleiri enn 70 handlar raktir í Belgia

Í Belgia eru fleiri enn 70 handlar og aðrar fyritøkur rakt. Serliga hart hevur álopið rakt handilsketuna Delhaize.

Belgisku ákæruvaldsmyndugleikarnir hava sett eina revsirættarliga kanning í verk.

Eisini í Danmark eru minst fýra fyritøkur raktar. Millum teirra eru ein matvøruframleiðari, ein lívtøknifyritøka og ein fyritøka, sum veitir mat til tiltøk og aðrar fyritøkur.

Danskir myndugleikar upplýsa tó, at teldusníkarnir skjótt vórðu steðgaðir, og at eingin stórur skaði higartil er staðfestur.

ES: Tilvitað álop á matvørutrygdina

ES-nevndarlimurin Christophe Hansen sigur, at talan er um eina tilvitaða roynd at órógva matvørutrygdina í Evropa.

Danska fyritøkan Danfoss hevur staðfest, at útgerð frá henni er millum tær skipanirnar, sum eru raktar.

Sambært DR vórðu líknandi álop framd í Fraklandi í oktober.

Enn er ógreitt, hvør stendur aftan fyri álopini.

Danskir myndugleikar vænta, at fleiri fyritøkur fara at boða frá álopum, tá tær hava kannað sínar skipanir nærri.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42