– Vit harmast um hesa avgerð tí vit síggja ein greiðan og vaksandi tørv á tilbøðnum.
Tað siga Rannvá Sloan Jørgensen, sálarfrøðingur, og Sanne Storm, musikkterapeutur, í eini áheitan til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.
Nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár, ætlar Landsstýrið at seta ymsar sparingar í verk. Og tey eru rættiliga fatin ígjøgnum fíggjarlógina við fínkambinum, tí eisini heilt smáar útreiðslur eru spardar burtur á summum førum.
Ein sparing, sum hevur vakt ans, er, at samgongan ætlar at strika tilboðið til mammur við barnsburðartunglyndi. Tað er eitt tilboð, sum kostar landskassanum 450.000 krónur um árið, men næsta ár verða mammur við barnsburðartunglyndi vístar til vanligu psykiatriina - men politikarar vísa á, at har kann bíðitíðin verða long.
Tær boðar, sum eru við í hesum tilboðnum siga, at tær síggja regluliga kvinnur, sum stríðast við angist, tunglyndi, strongd, føðitrauma og aðrar sálarligar trupulleikar í sambandi ímeðan tær eru við barn, og ta fyrstu tíðina sum mammur.
– Vit meta, at tað er ein týdningarmikil samfelagslig uppgáva at tryggja hesum kvinnum atgongd til rættstundis hjálp, siga tær báðar. Og tær siga, at gransking vísir, at tað er ein greiður tørv á serkønum tilboðum á økinum.
Fram til 2021 kundu Gigni, Ljóðsmøðratænastan og kommunulæknar vísa beinleiðis til Sertoymið fyri barnsburðartunglyndi á Psykiatriska Deplinum.
– Tá ið hetta tilboðið varð niðurlagt, hvarv samstundis einasta fyribyrgjandi skipanin við serkønari vitan á økinum.
Tí varð tilboðið »Ein góð byrjan« sett á stovn fyri at røkka hesum tørvi. Og tað er nógv brúkt og í ár hava tey fingið 50 ávísingar. Tey hava havt 65 samrøður og fýra bólkaumfør eru skipað við 32 luttakarum tilsamans.
Í løtuni er bíðilisti til bólkarnar, og nýggjar ávísingar eru frá bæði Gigni og Ljósmøðratænastuni.
– So enn einaferð hava royndirnar frá okkara arbeiði váttað tað, sum føroyska granskingin áður hevur víst á, nevniliga at tørvur er á hesum tilboði siga Rannvá Sloan Jørgensen og Sanne Storm.
Endamálið er at veita skjóta og serkøna hjálp, meta um tørvin og tryggja, at familjurnar fáa hjálp rættstundis. Tí mæla tær frá at strika tilboðið, tvørtur ímóti mæla tær til at hækka játtina 50.000 krónur, ella upp í 500.000 krónur.