Vit hava eitt avmarkað fíggjarligt rásarúm, og tí mugu vit velja millum fleiri góð og neyðug tiltøk. Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Tað hevur vakt ans, at tann serliga puljan í heilsuverkinum, sum skuldi brúkast til at fáa fleiri serlæknar, er strikað á fíggjarlógini fyri næsta ár. Sostatt sparir landskassin slakar fýra milliónir Men nú hevur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt landsstýriskvinnuna hví so er.
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at fíggjarliga rásarrúmið er avmarkað og tí máttu tey velja. Men at játtanin er strikað, merkir ikki, at tað ikki ber til at seta serlæknar í føst størv tí tað kann gerast har játtan er til endamálið.
– Hesa ferð hava vit raðfest onnur økir, sigur Landsstýriskvinnan. Millum annað er raðfest at styrkja bráðfeingis tilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum innan barnsburðar- og narkosuøkini.
Bæði barnsburðarøkið og narkosuøkið eru týdningarmikil og viðbrekin øki, har ein vælvirkandi bráðtilbúgving hevur stóran týdning.
– Við hesi raðfestingini styrkja vit serlæknaorkuna og geva Landssjúkrahúsinum betri møguleikar at tryggja støðufesti í vaktarviðurskiftunum, sigur landsstýriskvinnan.
Tiltøk á krabbameinsøkinum, íleguberarakanningar og endurvenjing eru eisini raðfest. Eitt nú er ætlanin at seta sjøtul á at kanna eldri fólk regluliga fyri tarmkrabba.
Somuleiðis verður arbeitt við eini langtíðarætlan um at útbúgva fleiri læknar í Føroyum, fyri at tryggja framtíðar serlæknatørvin.
– Játtanin til at útbúgva yngri læknar er økt seinastu árini og í vár varð til dømis játtan fingin til vega til tvey deild høvuðsútbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum, sigur landsstýriskvinnan.
Hon ásannar kortini, at ein serlæknapulja kann verða við til at menna Sjúkrahúsverkið, eisini sum universitetssjúkrahús.
– Tað er neyðugt at hava bæði førleikar og arbeiðsorku til sjúklingaviðgerð, útbúgving og gransking. Tí kann tað fáa ta avleiðing, at tilgongdin við at skipa sjúkrahúsi sum universitetsjúkrahús kann verða seinkað, tá serlæknapuljan ikki verður raðfest sum ein serstøk játtan í 2027, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.
Annars ber ikki til at siga út frá hvørjar avleiðingar tað fær fyri einstakar viðgerðir ella bíðilistar, sigur hon
– Serlæknapuljan er ikki raðfest sum serstøk játtan í 2027, og Sjúkrahúsverkið má skipa virksemið innan tær játtanir og raðfestingar, sum eru lagdar fram, sigur landsstýriskvinnan.