Í fleiri ár hava tey í Vestmann tala fyri at fáa tunnil til bygdina. Og tey halda fram at koyra á politikararnar fyri at fáa tunnilin á dagsskránna.
Og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, lata vestmenningar ikki hetta høvi gleppa sær av honum til at koyra á fyri at fáa politikararnar til at fara undir tunnilin.
Í einum skrivi til Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum heitir bygdaráðið í Vestmanna á Løgtingið um at raðfesta tunnilin.
Tey siga, at tað er avgerandi at tunnilin verfur boğin út skjótast gjørligt tí farleiðin til Vestmannar má dagførast.
Tey halda, at nú eigur Vestmanna tørn og eigur at raðfestast ovast.
Bygdaráðið sigur, at farleiðin til Vestmanna er ikki nútíðarhóskandi tí vegurin liggur so høgt og har er eisini bratt at koyra.
Allan vegin úr Vestmanna niðan á Høgareyn er í brattari brekku upp á 4,4 kilometrar, og úr Leynum er mótbrekkan 7,7 kilometrar.
Høgareyn liggur i 280 metra hædd. Til samanberingar eru hægstu punktini á hálsinum i Sandavági 220 metrar, vegurin um Gøtueiỗi er í 140 metrar hædd og hálsurin á Velbastað er í 200 metra hædd.
– Tað er eyðsýnt, at tað er ein púrasta ótíðarhóskandi farleið. Vindur og avfall órógva ofta, og fleiri dagar um árið eru so nógvur kavi ella so nógv jarðrok, at leiðin gerst beinleiõis vandamikil, siga tey í Vestmanna.
– Tað er eisini slitandi fyri akfør at koyra i drúgvum og brøttum brekkum, og tað stendst eisini óneyðuga nógv útlát av tí. Tey leggja afturat, at í miðal koyra 1.305 akfør um dagin á Vestmannavegnum.
Samstundis vísa tey eisini á, at fólkavøksturin í Vestmanna hevur verri enn so verið líka stórur sum aðrastaðni í landinum.
Síðan 2015 er fólkatalið Føroyum vaksið eini 13 prosent, men í somu tíð er fólkatalið í Vestmanna bara vaksið 3,80 prosent. Á Toftum er fólkatalið vaksið næstan 40 prosent, í Leirvík eini 16 prosent og í Fuglafirði góð níggju prosent - fyri at nevna nakrar bygdir, sum kunnu samanberast við Vestmanna, sigur bygdaráðið.
Tey siga eisini, at aldurssamansetingin er skeiklað, tí talið á eldri veksur og talið á teimum yngru aldursbólkunum minkar, ella stendur í stað.
Tað sæst eisini aftur í skattinum og í inntøkunum. Vestmanna kommuna hevur havt ein lægri vøkstur í skattainntøku enn líknandi kommunur.
– Tað er einki at ivast í, at farleiðin fordar fyri, at menningin og framstigini ikki eru komin longur enn tao sama, siga tey
– Góðu tit, - steðgið ikki á nú, sigur bygdaráðið í Vestmanna.