Ongi úrslit

Tey sum koyra til arbeiðis skulu fáa hægri stuðul

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Tey, sum koyra í egnum bili til arbeiðis, eiga at fáa hægri ferðastuðul.

tað halda tey í tjóðveldi, og tingmaðurin fyri Sjálvstýri. Og tí hava tey eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka ferðastuðulin.

Tey staðfesta, at nú orkuprísirnir eru farnir munandi upp, hevur hetta stórar fíggjarligar avleiðingar fyri fleiri.

Ein bólkur, sum verður serliga raktur eru tey, sum hava langt at koyra til arbeiðis.

Í nógvum førum ber ikki til at brúka Bygdaleiðir og tí eru tey noydd at brúka sínar egnu bilar.

Tey siga, at góður máti at bøta um hesa støðuna, er, at hækka ferðastuðulin, tí tað eru bara fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, sum kunnu fáa stuðulin, og ikki ferðafólk og onnur, sum tað var galdandi fyrr í summar, tá ið mvg varð tikið av bensini og diesel fram til 31. juli.

Eftir lógini kunnu tey, sum hava meiri enn 15 kilometur at koyra til arbeiðis, og 15 kilometrar heimaftur, fáa stuðul.

Tí skjóta tey upp, at restina av árinum skulu tey fáa fimm krónur meiri í ferðastuðuli um dagin

Tað merkir, at tey, sum koyra hvønn dag til arbeiðis, fara at fáa 1.100 krónur afturat í ferðastuðuli í ár.

– Í allar flestu førum svarar hetta til príshøkkingarnar, men tað er í øllum førum ein bati, siga tey í Tjóðveldi og í Sjálvstýri.

Tey leggja afturat, at hækkað ferðastuðulin kann eisini brúkast sum eitt ískoyti til eina grøna orkuskipan, ella til elbil.

 Mett verður at hetta fer at kosta landskassanum fimm milliónir, men tær fella

ikki til gjaldingar fyrr enn næsta ár, tí fólk skulu ikki søkja um ferðastuðulin fyrr enn árið er av.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

8 tímar síðan

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58