Tað er ein sannroynd, at nógvir lærarar í fólkaskúlanum hava okkurt starv afturat lærarayrkinum. Tað staðfestir Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, í Skúlablaðnum.
Hann nevnir, at nógvir lærarar arbeiða ymsastaðni á almannaøkinum, ikki minst á bústovnum, har teir eitt nú ofta taka vikuskiftisvaktir.
Fleiri arbeiða í ítrótti, ofta sum venjarar av onkrum slag ella dómarar. Nógv skriva, týða ella rættlesa bøkur. Nakrir arbeiða í handli, ímeðan summir undirvísa, eitt nú á kvøldskúlunum.
Onnur arbeiða fyri Próvstovuna, har tey antin próvdøma skrivligar uppgávur ella gera skrivligt próvtøkutilfar.
Onkur situr í Lærarafelagnum, og summir hava Airbnb, eru ferðaleiðarar ella hava heimablídni um sumranar. Aðrir eru bøndur, og uppaftur onnur forvinna nakað í tónleikaverðini.
Bergur Samuelsen sigur, at eitt eykastarv tekur tíð og troyttar ofta lærarar meira enn gott er. Men teir hava ofta einki val, leggur hann afturat.
Hann sigur, at læraralønin er rætt og slætt so lág, at lærarar klára ikki at svara hvørjum sítt uttan at átaka sær eykaarbeiði.
Lærarastarvið átti í sjálvum sær at verið nokk, hvat løn viðvíkur, men tað er tað bara ikki hjá nógvum lærarum, skrivar hann í Skúlablaðnum.
Hann heldur, at tað má vera fáur lærari í fullum starvi sum heldur seg arbeiða ov lítið. Ein lærari hevur á leið 45 tímars arbeiðsviku, sum sjálvandi kann sveiggja nakað upp og niður, sigur hann.
– Men lønin strekkir ikki til. Byrjanarlønin hjá einum lærara í fullum starvi eru góðar 32.000 krónur um mánaðin. Tað tekur 12 ár at koma upp á endaløn, sum er góðar 41.000 kr.
– Tað er næstan 10.000 krónur minni enn hjá lærarum, sum undirvísa á miðnámsskúla, hóast fólkaskúlalærarin undirvísir nógv fleiri tímar enn miðnámsskúlalærarin, staðfestir Bergur Samuelsen.
– Við hesari inntøkuni skal ein ungur lærari, eins og øll onnur sjálvandi, umframt at klára dagin og vegin, onkursvegna eisini fáa tak yvir høvdið umframt helst ein bil.
– Tí er tað, at fólkaskúlalærarar ofta hava meira enn eitt starv. Fyri at gera sær vónir um at sleppa ein túr uttanlands við børnunum onkuntíð, ella okkurt annað, er tað heilt avgerandi fyri nógv at hava eyka inntøku, umframt læraralønina.
Bergur Samuelsen sigur í Skúlablaðnum, at tí er tað ikki minst ein munandi lønarhækking, Lærarafelagið leggur dent á, nú sáttmálasamráðingar eru ímillum Lønardeildina og Føroya Lærarafelag.