Í gjár var eitt fólk meldað fyri at flúgva við dronu uppi yvir Trælanípuni. Løgreglan sigur, at tey fingu fatur á einum útlendskum ferðafólki sum játtaði at hava flogið við dronuni.
Men tað eru strangar reglur fyri, hvussu langt frá einum flogvølli ein skal vera fyri at flúgva við dronu og Trælanípan er alt ov nær flogvøllinum í Vágum. Frástøðan skal vera minst fimm kilometrar.
Tí varð dronan tikin og løgreglan sigur, at helst verður hald lagt á hana.
Dronuførarin fær eisini bót og hann skal á løgreglustøðina í dag at avgreiða málið.