Ongi úrslit

Tingmaður í samgonguni kallar sparingar hjá Landsstýrinum fyri stuttskygdar

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Nakrar av sparingunum hjá landsstýrinum á fíggjarlógini fyri næsta ár, eru stuttskygdar. Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin - og sum sostatt eisini er í samgongu.

Nú fer fíggjarlógin til viðgerar í Fíggjarnevndini og tingmaðurin væntar avgjørt, at onkrar av sparingunum verða tiknar aftur.

– Eg haldi, at tað er alt ov ofta, at samgongur velja tær stuttskygdu loysninar fram um tær framskygdu loysnirnar, heldur hann.

Hann heldur, at summar av hesum stuttskygdu sparingunum hevna seg bara aftur við eini hægri játtan aðrastaðni á fíggjrlógini, tí tað er ein orsøk til at peningurin einaferð varð settur av til hesi endamálini.

Eitt hann hugsar um, er ætlanin at strika játtanina til Giktafelagið og Psoriasisfelagið til serligar viðgerðir uttanlands.

Hann sigur, at hetta fer bara at hevna seg aftur við tað, at so skulu tey hava heilivág ístaðin - men veruleikin er eisini tann, at summi av teimum tola ikki heilivág.

Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum eisini er lækni, sigur, at heilivágur til bara ein av hesum sjúklingum kann skjótt kosta 100.000 krónur um árið.

Jóhannis Joensen heldur eisini, at tað eru stuttskygdar sparingar at strika játtanina til serlæknar og tilboðið um hjálp til kvinnur við barnsburðartunglyndi

Hann væntar avgjørt, at Fíggjarnevndin fer at seta onkrar av hesum játtanum á fíggjarlógina aftur.

Hann heldur, at ístaðin eiga vit at spara í toppinum, tí tað er óneyðugt t hava so stóran yvirbygning, sum vit hava. Hann heldur, at vit skulu hava álit á fólkinum á gólvinum og spara burtur av teimum, sum skulu hava eftirlit við fólkinum á gólvinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55