Ongi úrslit

Tøkk og kunning

Føroyingar fyri friði
6 tímar síðan

Tíðindaskriv við tøkk og kunning í sambandi við Friðargonguna í Tórshavn 23. juli 2026

Í sambandi við friðargonguna í Tórshavn 23. juli vilja vit í nevndini í friðarrørsluni fegin bera eina tøkk til tykkum mongu, sum vóru við í friðargonguni. Eisini ein tøkk fyri góðar røður frá ávíkavist Johan Dahl, løgtingsformanni og Róa Reynagarð Patursson, yrkjara og góðan tónleik frá Rana Nolsøe.

Eisini ein tøkk til Tórshavnar kommunu fyri at stuðla friðargonguni.

Ein fortreyt fyri at fáa frið í lag millum fólkasløg er, at fólk við ymiskum meiningum – mentanarliga, politiskt og átrúnaðarliga - um tey stríð og kríggj, sum ganga fyri seg runt um í heiminum í dag, kunnu hittast, samskifta og eitt nú luttaka í friðargongu saman.

Friðargongan tekur støði í friðarhugsjónini, sum hevur talaða og skrivaða orðið – samveruna, samskifti og diplomatisku samrøðuna – sum síni fremstu, týdningarmesta og einastu “vápn” til at fáa frið í lag millum heimsins lond og fólkasløg.

Pasifisma er ein grundsúla í friðarhugsjónini, har dentur verður lagdur á at forða fyri einhvørjum kríggi og harðskapi og við støðugari vápnaavdubbing. Menniskjarættindi, javnstøða og forstáilsi fyri ymiskum mentanum eru kjarnuvirði í friðarhugsjónini.

Tó eru ymisk sjónarmið í samfelagnum um leiklutin hjá friðarrørsluni. Summi halda, at vit eiga at taka greiðari støðu til ávís lond ella stríð, meðan onnur meta, at okkara fremsta uppgáva sum friðarrørsla er at arbeiða fyri friði tvørtur um øll stríð, kríggj og fólkasløg.

Til tað er fyrst og fremst at siga, at tað er gott, at fólk hava ymiskar meiningar um virksemið hjá friðarrørsluni – ein friðarrørsla, sum virðir altjóða lóg og rætt og tekur greitt frástøðu frá øllum kríggjum, harðskapi og yvirgangi.

Í hesum sambandi skal nevnast, at friðarrørslan býtir ikki fólkasløg upp í vinir og fíggindar - øll fólkasløg hava rætt at liva, og vit virða øll menniskju við næstakærleika óansæð uppruna; tí mugu vit eisini hitta okkara sokallaðu "fíggindar" andlit til andlits fyri at fáa frið í lag millum fólk og heimsins lond.

Tað ger okkara uppgávu sum friðarrørsla bæði týdningarmikla og neyðuga men samtíðis eisini torføra, tí við tolsemi og fyrigeving, sum friðarhugsjónin eisini byggir á, mugu vit samskifta- og ganga saman við - eisini teimum fólkum, vit eru ósamd við ella hugsa sum "fíggindar".

Tá vit sum friðarrørsla skulu rúma øllum fólkasløgum og øllum sjónarmiðum, fyri at fáa frið í lag, og harvið fyribyrgja, at ósek menniskju doyggja í kríggi og yvirgangi, so kunnu vit ikki peika einstøk lond og fólkabólkar út sum antin "vinir" ella "fíggindar".

Friðarrørslan roynir at varpa ljós á frið og tryggleika hjá menniskjum, uttan mun til teirra uppruna og mentan og hvar tey eru stødd í heimssamfelagnum.

Tí nevna vit eisini orðið fólkamorð, tá vit bjóða inn til friðartiltøk, sum eina møgliga sera álvarsliga avleiðing av einari áhaldandi fokusering á vápnadubbing og at lýsa fólkasløg í fígginda- heldur enn vinamyndum.

Tað lættasta er at peika út fíggindar – tey skyldugu – og halda seg burtur frá teimum. Men tað skapar neyvan frið millum fólkasløg og fyribyrgir neyvan heldur, at ósek menniskju dagliga doyggja í kríggi og yvirgangi.

Hóast tað kann tykjast óhugsandi og ógjørligt, at náa einum fullkomnum friði millum heimsins lond og fólkasløg, so meta vit í friðarrørsluni, at friðartiltøk - við eitt nú afturvendandi friðargongum – eru týdningarmikil klípi til at skapa forstáilsi millum fólkasløg um at standa saman um frið heldur enn kríggj og yvirgang.

Enn einaferð, takk fyri tit øll, sum stuðla undir friðartiltøkum sum hesum, og við ynskjum um eitt framhaldandi gott summar.

Tórshavn, 25. juli 2026

Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

Henrik Weihe Joensen, forfólk Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk

Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur Petur Asano, nevndarlimur Ólavur Weihe Joensen, skrivari

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

Í gjár kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30