Fyrrapartin í gjár var løgreglan á rundferð í Havn og í Eysturoy har tey eygleiddu ferðsluna.
Løgreglan sigur at fyrrapartin frá klokkan knapt níggju til á miðdegi, tóku tey 12 bilførarar fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Teir fáa allir 1.500 krónur í bót í part, umframt at teir fáa klipp í koyrikortið.
Somuleiðis varð ein annar bilur steðgaður og tá ið løgreglan kannaði hann, vísti tað eg, at trý av teimum fýra dekkunum vóru ólóglig tí tey vóru uppslitin.
Hesin bilførarin fær 1.000 krónur í bót fyri hvørt dekkið, ella 3.000 krónur tilsamans.
Somuleiðis tók løgreglan eitt prutl, sum koyrdi alt ov skjótt. Talan var um eitt lítið prutl, sum hevur loyvi at koyra 30, men hetta vísti seg at koyra dupult so skjótt, ella 57 kilometrar tíman.
Sostatt varð plátan tikin og eigarin fær hana ikki aftur á prutlið fyrr enn Akstovan hevur sýnað tað og staðfest, at tað aftur er í lógligum standi. Harumframt fær eigarin 1.000 krónur í bót.