Fyrrapartin í gjár legði ein patrulja hjá løgregluni merki til eitt prutl í havnargøtum, sum tey fingu illgruna til.
Talan var um eitt stórt prutl sum hevur loyvi at koyra 45. Løgreglan sigur, at tey fingu steðgað tí og tá ið tað varð kannað, vísti tað seg, at tað koyrdi heilar 82 kilometrar um tíman.
Tað er næstan dupult so skjótt, sum loyvt er og tí varð nummarplátan tikin, umframt at førarin fær bót.
Aldursmarkið fyri at koyra stór prutl er 16 ár og førarin hevði eisini koyrikort, men fær ikki plátu á prutlið aftur fyrr enn Akstovan hevur sýnað tað og staðfest, at tað er í lógligum standi.
Løgreglan sigur annars at ungir dreingir á prutli eru ein trupulleiki nógvastaðni kring landið. Ofta verður koyrt seint um kvøldið eftir songartíð, so fólk fáa ikki náttarfrið tí tey larma so illa.
Nógv av teimum eru ólóglig og koyra alt ov skjótt. Men løgreglan sigur, at fleiri av teimum hava heldur ikki lykt, so tey eru ring hjá bilførarum at koyra.
Løgreglan sigur, at tað hendir seg meiri enn so at tey bilførarar ringja at melda prutl tí at tey vóru myrk so teir sóu tey ikki, men vóru líka við at koyra á tey.
Tá ið tosað verður við dreingir á prutli um vandan við at koyra myrkir, er tað sum um at teir ikki skilja álvaran tí teir siga ofta, at tað er ikki neyðugt at hava lykt á prutlinum tí teir síggja hvar teir koyra.
Løgreglan sigur at onkuntíð tosa tey við foreldrini, men kanska skuldu tey gjørt meiri við tað. Tað eru foreldrini, sum hava ábyrgdina og tað slepst ikki undan, at tey vita, at synirnir koyra á ólógligum prutli.
Men tey ásanna eisini, at tað er stórur vandi fyri bólkatrýsti, tí fleiri dreingir hava prutl, og so verður ein, sum einki hevur, settur uttan fyri felagsskapin.