Ongi úrslit

Tóku trý prutl - á onkrum var alt galið

Áki Bertholdsen
3. oktober kl. 09:52

Í gjár tók løgreglan trý prutl, sum vóru ólóglig, eitt nú koyrdu tey øll ov skjótt.

Í Klaksvík varð eitt prutl tikið og í tí sambandi var alt galið. Tað hevði onga nummarplátu og sostatt var tað heldur ikki tryggjað - og so hevði førarin eisini fólk aftanfyri.

Løgreglan sigur, at tað fær førarin bót fyri.

Og í Sundalagnum vórðu tvey prutl tikin, sum eisini koyrdu ov skjótt. Annað hevði heldur ikki nummarplátu og tann, sum koyrdi hitt prutlið, sum var eitt stórt prutl, hevði ikki koyrikort til tað.

So eisini tað fáa báðir førararnir bót fyri. Er tann, sum varð tikin við ongum koyrikortið, undir 18 ár, er bótin 2.500 krónur - er hann yvir 18 er hon 5.000 krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55