Ongi úrslit

Tónleikakappingin Pan-ArcticVision kemur til Føroya

Marius DC skal umboða Føroyar, tá ið arktiska "Eurovision" savnar tónlistafólk úr norðara pólkringi til eina altjóða tónleikaveitslu. Áhoyrarar verða við til at kjósa vinnaran 2. oktober kl. 19 í Norðurlandahúsinum.

Tíðindaskriv
43 minuttir síðan

Fyri fyrstu ferð verða Føroyar vertur fyri finaluni í Pan-ArcticVision. Tónleikarar úr Alaska, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Sápmi hittast í Tórshavn til eitt kvøld, har tónleikur, mál og mentanir úr Arktis koma saman á einum palli.

 

Føroyska umboðið er rapparin og sangarin Marius DC, sum fer at kappast ímóti átta øðrum umboðum úr norðara pólkringi. 


Luttakararnir eru:

 

Annie Bartholomew við Kat Moore – Juneau, Alaska

Piunguałaq & Tooma – Kangiqtiniq (Rankin Inlet) & Iqaluit, Nunavut

Nuunu – Sisimiut, Kalaallit Nunaat

Falinn Gjóður – Reykjavík, Ísland

Marius DC – Tórshavn, Føroyar

Ivar Beddari – Páččjok/Pasvik, Norðurnoreg/Sápmi

Klara Pasma – Pajala, Norðursvøríki

Niko Valkeapää & Miro Mantere – Norðurfinnland/Sápmi

Roman Gladyshev – Murmansk / russiska Arktis (í útlegd)

 

Áhoyrararnir fáa ein virknan leiklut í finaluni, tá ið vinnarin skal veljast. Men Pan-ArcticVision snýr seg ikki bara um kapping. Tiltakið setur sjóneykuna á tónleikalívið í norðri og skapar ein felags pall fyri listafólk og felagsskapir, sum búgva tvørtur um langar leiðir og landamørk.

 

Føroyski sangarin Anna Sofía Skoradal verður vertur hetta kvøldið, og eisini eru gestaframførslur við Dóttir / Súsannu Herálvsdóttur og øðrum á skránni.

 

Pan-ArcticVision hevur áður verið hildið í Norðurnoregi, Grønlandi og Kanada. Føroyar hava verið umboðaðar av Guðrið Hansdóttur, Ester Skála og Dóttir.


Atgongumerkir kunnu keypast á nlh.fo

 

Tá ið finalan er liðug, heldur veitslan fram á OY, har tað frá kl. 23.00 verður livandi tónleikur og ókeypis atgongd.

 

Pan-ArcticVision er ein verkætlan hjá NORDTING og verður framleidd í samstarvi við lokalar kreftir í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

Í gjár kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49