Vit verða fleiri eldri, færri á arbeiðsmarknaðinum, og almennu Føroyar kunnu koma at hava milliarda hall um nøkur ár. Vit kenna remsuna hjá Búskaparráðnum uttanat eftir hondini.
Og á politiska pallinum hoyra vit, at vit mugu spara í tí almenna, tí tað hevur vaksið seg ovurstórt. Vit mugu aftur til kjarnuvælferðina, og tað almenna má hugsavna seg um kjarnuuppgávurnar. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt hesar flosklar seinastu mongu árini – kanska serliga frá Fólkaflokkinum?
Tí er tað ótrúligt, at hvørja ferð mann so setur seg fyri og avtalar at gera nýskipanir, sparingar og bygnaðarbroytingar, verður ramaskríggj.
Hesuferð við sendistovuni í Ísrael.
Fyri meg snýr tað seg slett ikki um sjálva sendistovuna. Vit kunnu halda, hvat vit vilja um hana, og persónliga havi eg einki ímóti, at Føroyar hava sendistovu í einasta fólkaræðinum í Miðeystri.
Men hetta snýr seg ikki um tað. Hetta snýr seg um, at kjarnuvælferðin skal raðfestast nú og í framtíðini. Vit skulu hava eitt gott heilsuverk, eitt gott skúlaverk, røkt og umsorgan fyri teimum, ið hava tørv á tí. Ikki bara nú, men eisini um 10, 20, 30 ár!
Fyri at tað skal eydnast, mugu vit raðfesta. Fyri at raðfesta má kjarnuvælferðin upp, og vit mugu skerja tað frá, sum ikki er alneyðugt. Tað er jú júst tað, orðið raðfesting merkir – at okkurt kemur framum okkurt annað.
Við bygnaðarbroytingini, har vit savna sendistovurnar í færri eindir og samstundis styrkja uttanríkistænastuna í Føroyum, spara vit umleið 7,5 mió. kr. Sjálvandi er hetta ikki átakið, ið kemur at bjarga haldførinum.
Men um ein sparing á 7,5 mió. kr. longu tykist vera so trupul at fremja, hvussu skulu vit so í allari víðu verð fremja tær stóru og neyðugu bygnaðarbroytingarnar?
Tað lættasta í verðini er at snakka um sparingar og at tað almenna skal halda seg til kjarnuuppgávurnar. Tað hevur politiska skipanin – og aftur, kanska serliga Fólkaflokkurin – gjørt í mong ár.
Tí er tað óskiljandi, at mann loypir frá, tá mann fær høvi at gera nakað við tað. Torir Fólkaflokkurin ikki at handla, tá tað kemur til stykkis?
Eg undrist.
Anna Falkenberg