Ongi úrslit

Tórshavn: Størri íbúðarverkætlanir fáa greiðari mannagongdir

Tórshavnar býráð hevur góðkent eina nýggja tilgongd, sum skal gera viðgerðina av stórum íbúðarverkætlanum greiðari og javnari.

© Unsplash.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Tórshavnar kommuna herðir nú mannagongdirnar fyri størri íbúðarverkætlanir, so umsøkjarar, umsiting, politikarar og borgarar fáa greiðari leiklutir í tilgongdini.

Býráðið hevur tikið undir við einum uppskoti frá umsitingini um eina nýggja kommunala tilgongd fyri slíkar verkætlanir. Endamálið er, at allar íbúðarverkætlanir skulu viðgerast eins, og at tilgongdin skal vera greið fyri allar partar.

Trý løg skulu skipa arbeiðið

Nýggja tilgongdin er býtt í trý løg: umsøkjaran, kommununa og borgaran ella almenningin.

Har verður greitt, hvør ábyrgdin hjá verkætlanarmennaranum er, hvat umsitingin skal gera, nær politiska skipanin skal viðgera málið, og nær ætlanin skal sendast landinum til endaliga góðkenning.

Politisk støða tíðliga í tilgongdini

Áðrenn nógv arbeiði verður lagt í endaligt tilfar og serstaka byggisamtykt, skal politiska skipanin taka støðu til, um arbeiðast skal víðari við ætlanini.

Er politisk undirtøka fyri ætlanini, verður serstøk byggisamtykt gjørd til politiska viðgerð og almenna hoyring. 

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

14 tímar síðan

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

Í gjár kl. 13:36