Ongi úrslit

Tórshavnar Havn var einast havn sum var so framskygd at hon fylgdi við tíðini

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Eitt samt Tórshavnar býráð, sum umboðar uml. 43% av Føroya fólki, hevur einmælt samtykt at mótmæla ætlanum hjá landsstýrinum um at skipini hjá Strandferðsluni ikki longur skulu rinda havnargjald, brúgvagjald og vørugjøld.

Tað er niðurstøðan í einum brævi, Býráðið hevur sent øllum løgtingslimum.

Løgtingið viðger eitt uppkot frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni um, at hereftir skulu skipini hjá Strandferðsluni ikki rinda fyri at brúka kommunalar havnir.

Býráðslimir í Havn siga, teir góðtaka hetta ikki og verður tað sett í verk er tað brot á avtaluna ímillum Strandferðsluna og Tórshavnar Havn.

Verður tað sett í verk verður talan sostatt um endurgjaldskrav, umframt at so fara skipini hjá Strandferðsluni at missa fyrsta rættin tey hava til atløgupláss.

Men nú hevur eitt samt býráð sent Løgtinginum og løgtingslimum eitt mótmælisskriv.

Í brævinum siga tey:

Havnin í Havn er útbygd og umbygd eftir skiftandi tørvum og krøvum, sum tíðin hevur kravt síðani 1929, tá Tórshavnar havn varð sett á stovn.

Undir øllum broytingunum, sum eru framdar síðani 1929, er hædd tikin fyri, at umstøðurnar hjá rutubátunum og seinni SSL, skulu vera so góðar sum gjørligt.

At reka eina havn, er sum at leggja eitt putlispæl, sum broytist fleiri ferðir um dagin.

Hetta gera vit tó við nærlagni, tí Tórshavnar havn veitir og vil fegin veita tænastur, til øll sløg og til allar støddir av skipum og bátum - sjálvsagt eisini til SSL. SSL er ein góður kundi, sum kemur og fer í meðal 14 ferðir um dagin.

Afturfyri hevur Tórshavnar havn brúkt nógvan pening, eitt nú soleiðis at skiparin á Smyrli kann velja, um hann leggur at undir Farstøðini ella á Molanum, um hann heldur, at ætt og vindur gera, at tað er betri og tryggari.

Tað eru tí altíð 200 m av kai tøkir til SSL. 200 m, sum eingin annar kann brúka, og sum tí heldur ikki kunnu fíggja raksturin av teimum somu 200 m.

SSL kemur til eina kai við góðum fríholdum, eini hydrauliskari rampu, sum leggur seg eftir skipinum, min. 150 T pullartum, eini farstøð við ferðafólkatorni og umleið 8.000 fermetrum, sum bíða eftir at bilar, farmur og bingjur koma í bíðirøðirnar. Tórshavnar havn hevur tí sjálvsagt rætt til og krav upp á avtalaðu gjøld frá SSL.

Við hesi avtalu er Tórshavnar havn eisini bundin at veita tænastur.

Hví kemur hetta uppskotið?
Tað er vist eingin loyna, at broytingin í farmaflutningi síðstu árini er orsøkin, og at fólk tí halda, at Tórshavnar kommuna vinnur nógvar pengar uppá havnina.

Hetta er ikki so. Havnar-, brúgva- og vørugjøld eru sett soleiðis, at tey endurspegla kostnaðin av at reka havnina.

Fyrr sigldu Lómur, Blikur og onnur bay av bay við og eftir vøru. Nú er hetta broytt, til at meginparturin av farminum kemur upp í Havn og í Runavík. Broytingarnar eru komnar uttan úr heimi og komu higar fyri einum 25 árum síðani.

Orsøkin er partvís, at skipini eru blivin størri og at flutningurin skal ganga skjótari. Hetta er altjóða kappingin og rationaliseringin, sum ger tað. Tað hevur so við sær, at kaiatkomurnar hjá skipunum eru blivnar færri og so stuttar, sum gjørligt.

Um Tórshavnar havn ikki varð bygd út seinast, var antin allur farmurin komin við smáum skipum, sum í gomlum døgum, við tí lægri ferðini, manglandi rationalisering og tí økta kostnaðinum, tað hevði havt við sær.

Varð útbyggingin ikki framd, hevði landið verið noytt at byggja eina stóra havn, til ta nýggju tíðina.

Spurningurin er, um tann havnin, sum landið skuldi gjørt, hevði verið bygd, “med rettidig omhu”, sum Mærsk Mc-Kinney Møller plagdi at siga.

Tórshavnar havn gjørdi hana rættstundis, lutvíst eisini fyri at veita SSL betri umstøður, tí tað var ikki pláss fyri SSL og uttanlandsfarminum á økinum. SSL hevur tí fingið munandi betri pláss. Bæði á landi og á sjógvi.

Tórshavnar havn var framskygdari enn landið og enn aðrar havnir og einasta havn, sum var so framskygd, at hon fylgdi við tíðini.

Tórshavnar havn hevur tí lyft eina stóra samfelagsbyrðu, fyri alt Føroya land. Vit kunnu ímynda okkum, hvussu útbyggingin av restini av landinum hevði sæð út, um farmaflutningurin var, sum í gomlum døgum.

Ella hvør flutningskostnaðurin hevði verið, um skipini skuldu inn á hvørja vík. Vit kunnu eisini ímynda okkum, hvussu landið hevði røkt eina so stóra havn.

So ja, Tórshavnar havn hevur inntøkur av skipunum, men tað er avgjørt eingin okursprísur. Inntøkurnar fara til røkt, tænastur og til at gjalda lánið fyri útbyggingarnar.

Ein samd havnanevnd og eitt samt býráð góðtekur ikki, at Tórshavnar havn skal veita eina tænastu, sum víkir frá avtaluni millum Strandferðsluna og Tórshavnar havn.

Tórshavnar kommuna hevur eisini sent eitt væl grundað mótmælisskriv til løgtingslimirnar. Havnanevndin og eitt samt býráð, sum umboðar uml. 43% av Føroya fólki, hevur á fundi 12. oktober 2026 einmælt samtykt at mæla ímóti ætlanum hjá landsstýrinum at broyta løgtingslóg havnargjald, brúgvagjald og vørugjøld.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54