Ongi úrslit

Toskaútflutningurin tekur dik á seg: Virðið vaksið meira enn 40 prosent

Útflutningsvirðið á toski er vaksið 40,7 prosent, meðan útflutta nøgdin er vaksin 16,5 prosent.

© Hagstova Føroya.
Skip við bryggju í Klaksvík.
Edmund Jacobsen
18. juni kl. 09:00

Føroyski fiskavøruútflutningurin vaks munandi í virði frá mai 2025 til apríl 2026, hóast samlaða útflutningsnøgdin av fiskavørum minkaði.

Útflutningsvirðið á føroyskum toski er vaksið úr góðari 1,08 milliard krónum í meira enn 1,52 milliardir krónur eftir einum ári. Vøksturin er 440,3 milliónir krónur, svarandi til 40,7 prosent.

Samstundis er útflutta nøgdin av toski vaksin úr 17.158 tonsum í 19.986 tons. Tað er ein vøkstur á 2.828 tons, ella 16,5 prosentum. Útflutningsvirðið er sostatt vaksið munandi skjótari enn nøgdin.

Fiskavørurnar toga útflutningin upp

Samlaði føroyski vøruútflutningurin var nærum 13,85 milliardir krónur frá mai 2025 til apríl 2026. Tað eru góðar 1,54 milliardir krónur meira enn undanfarna 12-mánaðarskeið.

Útflutningurin av fiskavørum vaks 14,3 prosent og kom upp í 13,12 milliardir krónur. Laksur hevði størsta vøksturin í krónum við 536,9 milliónum krónum, meðan toskur hevði næststørsta vøksturin.

Útflutningsvirðið á hýsu vaks 87,2 prosent, upsa 39,1 prosent og sild 28,7 prosent. Lodna hevði størsta prosentvísa vøksturin og vaks 854,8 prosent.

Minni nøgd, men nógv størri virði

Hóast útflutningsvirðið vaks, minkaði samlaða útflutningsnøgdin av fiskavørum 7,4 prosent. Serliga útflutningurin av svartkjafti minkaði. Nøgdin fall 49,7 prosent, og virðið minkaði 24,6 prosent.

Størsti vøksturin var í útflutninginum til ES. Útflutningurin av fiskavørum til ES vaks við nærum 1,27 milliardum krónum. Útflutningurin til Spania vaks við 330 milliónum krónum, meðan útflutningurin til Fraklands vaks við 256 milliónum krónum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11