Ongi úrslit

Treysti gjørdi vart við seg: Trý heiðursmerki vunnin á  Føroya vakrasta hálvmaraton

Treysti hevði 23 luttakarar við í Føroya vakrasta hálvmaraton og vann trý heiðursmerki. Fýra fullførdu eisini øll seks hálvmaratonini í MBM-røðini.

© Treysti.
Treysti gjørdi vart við seg í Føroya vakrasta hálvmaraton leygardagin. Felagið hevði 23 luttakarar við og vann trý heiðursmerki.
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Treysti gjørdi vart við seg í Føroya vakrasta hálvmaraton leygardagin. Felagið hevði 23 luttakarar við og vann trý heiðursmerki.

Mona Rasmussen vann gull hjá superveteranum, Jonhard Larsen gjørdist nummar tvey í sama bólki, og Jørmund Foldbo gjørdist nummar trý hjá ultraveteranum.

Kappingin var samstundis tann síðsta í MBM-røðini við seks hálvmaratonum í Føroyum í 2026. Fýra rennarar úr Treysti fullførdu allar seks kappingarnar: Erik Løksagarð, Niels Juel Arge, Maria í Króki og Óli á Gravarbø. Tey fingu tí serstaka heiðursmerkið fyri avrikið.

Maria kom undir tveir tímar

Maria í Króki rakk eisini sínum persónliga máli. Hon hevði sett sær fyri at renna hálvmaratonið undir tveir tímar og kom á mál við tíðini 1:59:15.

Um tvær vikur skulu fleiri rennarar úr Treysti luttaka í hálvmaraton í Keypmannahavn. Síðani verður farið undir venjingina til vetrarkappingarnar í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

Í gjár kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03