Ongi úrslit

Trý ferðamannaskip ávegis

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Komandi dagarnar fær Runavíkar kommuna vitjan av trimum ferðamannaskipum, sum leggja at í Funningi, Oyndarfirði og Kongshavn.

Fyrsta skipið kemur leygardagin 21. juni, tá NG Resolution vitjar í Funningi frá klokkan 08.00 til 16.00. NG Resolution er eitt ekspeditiónsskip hjá Lindblad Expeditions. Skipið er 124 metrar langt og hevur 138 gestir umborð. Hetta er fyrstu ferð, at NG Resolution vitjar eitt av okkara ferðamálum. Umboðsfelag er Tor Shipping.

Mánadagin 23. juni kemur Ocean Nova á vitjan í Oyndarfirði frá klokkan 08.00 til 20.00. Ocean Nova er eitt ekspeditiónsskip hjá Adventure Canada. Skipið er 73 metrar langt og hevur pláss fyri umleið 80 gestum umborð. Eisini hetta skipið vitjar fyri fyrstu ferð. Umboðsfelag er Faroe Ship.

Týsdagin 24. juni vitjar Artania í Kongshavn frá klokkan 11.00 til 18.00. Artania hjá Phoenix Reisen er ein kendur gestur hjá Runavíkar havn. Skipið er 231 metrar langt og hevur pláss fyri umleið 1.200 gestum umborð, og verður sostatt størsta cruiseskipið av teimum trimum vitjanunum. Umboðsfelag er Tor Shipping.

Cruisetoymini á øllum trimum støðunum fyrireika seg til at taka væl ímóti gestunum, og gleða seg til tríggjar góðar cruisedagar við vitjandi úr ymiskum pørtum av heiminum. Hetta skrivar Runavíkar Havn á Facebook.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

14 tímar síðan

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

Í gjár kl. 13:36