At NSÍ er føroyameistari í MeistaraDeildini hjá monnum, sæst eisini aftur í tilnevningunum til besta spælara í septembur og oktobur mánaði.
Tá miðlafólk og viðmerkjarar, sum javnan eru at hoyra og síggja á føroyskum miðlapallum, høvdu atkvøtt, endaðu tríggir NSÍ-spælarar á fyrsta, øðrum og triða plássi.
Teir eru Daniel Obbekjær, Petur Knudsen og Viljormur Davidsen.
Atkvøðast kann á sona appini. Atkvøðugreiðslan er opin til leygarkvøldið á midnátt.