Kommunurnar í Sandoynni fara nú at kanna, hvussu umstøðurnar á læknamiðstøðini kunnu betrast bæði hjá starvsfólkunum og teimum, sum nýta læknamiðstøðina.
Læknamiðstøðin varð bygd og tikin í nýtslu í 1980-árunum, og sambært kommununum eru krøvini í dag onnur enn tá. Kommunurnar staðfesta eisini, at verandi umstøður ikki eru tær bestu.
Tríggir læknar í starvi
Gunnhild Helmsdal tók 1. februar 2026 við sum ein av trimum læknum í Sandoyar læknadømi. Hon hevur áður starvast sum kommunulækni í Vestmanna og gjørdist eisini kend sum læknin, ið ofta var at hoyra í útvarpinum undir koronufarsóttini.
Hon hevur harumframt vart ph.d.-ritgerðina Long COVID í Føroyum. Saman við henni starvast Guðrun Zachariassen og Ása J. Jacobsen sum læknar á læknamiðstøðini í Sandoynni.