Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum vitjaði mikudagin 9. september fleiri stovnar í Suðuroy. Á Suðuroyar sjúkrahúsi greiddu leiðslan og starvsfólk frá virkseminum og framtíðarætlanunum.
Sjúkrahúsið er akuttsjúkrahús fyri Suðuroynna, men veitir eisini serviðgerðir til borgarar úr øllum landinum. Pínuklinikkin byrjaði í 2017. Umleið 80 prosent av viðgerðunum eru fyri ryggpínu, og í løtuni eru 200–300 borgarar knýttir at klinikkini. Sjúkrahúsið veitir eisini urologiskar og kardiologiskar viðgerðir, nýrasteinsknúsing við lasara og endurvenjing.
200 fólk starvast í Bú- og heimatænastuni
Nevndin vitjaði eisini Sambýlið við Sílá, Heilsuskúla Føroya og Bú- og heimatænastuna í Suðuroy. Heilsuskúlin hevur 110 næmingar, meðan Bú- og heimatænastan við 200 starvsfólkum er størsta almenna arbeiðsplássið í oynni. Ein nýggj strategi skal vera grundarlag undir menningini av tænastuni fram ímóti 2035.