Ongi úrslit

Troels Lund Poulsen fer nú at royna at skipa stjórn

Fríðrikur kongur fer í kvøld enn einaferð at spyrja flokkarnar til ráðs í sambandi við stjórnarsamráðingarnar í Danmark

Jóannes Hansen
8. mai kl. 19:24

Mette Frederiksen var klokkan 16.30 føroyska tíð í dag á Amalienborg og boðaði Fríðriki kongi frá, at hon í hesum umfari gevst við royndunum at skipa stjórn soleiðis, sum kongur heitti á hana at gera dagin eftir fólkatingsvalið, sum var týsdagin 24. mars.

Metta Frederiksen hevur síðani 25. mars tosað við flokkarnar um at skipa nýggja stjørn. At hon í dag hevur tikið seg aftur kemst av, at Lars Løkke Rasmussen seinnapartin boðaði henni frá, at hann ikki longur tekur undir við, at hon samskipar samráðingarnar soleiðis, sum hann segði, tá ið hann dagin eftir valið tosaði við kong.

Lars Løkke Rasmussen vil nú hava, at Troels Lund Poulsen formaður í Vinstra fær álitið at kanna grundarlagið fyri at skipa stjørn.

Kongshúsið boðar nú á heimasíðu síni frá, at umboð fyri flokkarnar í kvøld eru boðsendir at boða kongi frá, hvønn tey vilja hava at standa á odda fyri stjørnarsamráðingunum.

Um flokkarnir, sum verða nevndir teir til vinstru, fara at vísa á Mette Frederiksen, og Lars Løkke Rasmussen og Moderaterne og flokkarnir til høgru fara at peika á Troels Lund Poulsen, so fara 86 fólkatingslimir at peika á Troels Lund Poulsen og 84 fara at peika á Mette Frederiksen. Tá eru norðuratlantisku umboðini og leysgangararnir í fólkatinginum ikki roknaðir uppí.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

19 tímar síðan

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

19. august kl. 08:31