Ongi úrslit

Trolari fekk lík og vraklutir av flogfari í trolið

Hildið verður, at talan er um eitt flogfar, sum hvarv í 2008

Steinar Patursson
10. mars 2023 kl. 13:44

Manningin umborð á íslendska trolaranum, Hrafn Sveinbjarnarson, fekk mikudagin ein hvøkk, tá vraklutir frá einum flogfari og mannaleivdir lógu í trolinum.

Íslendski miðilin, Vísir, sigur, at hóast tað ikki er staðfest, hvat flogfar og hvønn persón talan er um, bendir nógv á, at talan er um eitt flogfar, ið hvarv millum Grønland og Ísland heilt afturi í 2008.

Íslendska løgreglan hevur fingið fráboðan um fundið hjá trolaranum, og leivdirnar av bæði flogskiparanum og flogfarinum verða kannaðar, tá trolarin kemur aftur 22 mars.

Mett verður ikki, at neyðugt er hjá trolaranum at framskunda heimferðina, men manningin hevur fingið boð um at fara virðiliga við leivdunum.

Hildið verður, at talan er um eitt Cessna flogfar, ið ein amerikanari seldi til Bulgaria, og sum ein bretskur flogskipari royndi at flúgva úr Grønlandi til Bulgaria í 2008.

Sambært Vísir setti flogskiparin seg í samband við flogferðslueftirlið, meðan hann var á veg úr Grønlandi til Íslands, og greiddi teimum frá, at annar motorurin hevði mist orku. Næsta hálva tíman var flogskiparin – ein 35 ára gamal breti – í sambandi við flogferðslueftirlitið, og hann óttaðist, at hann fór ikki at koma fram til Íslands við vantandi motorinum. Hann spurdi tí um at sleppa at lenda í Keflavík heldur enn í Reykjavík.

Flogskiparin greiddi eisini frá, at hann kundi ikki flyta brennievni millum tangarnar – ivaleyst orsakað av frost.

Floskiparin boðaði síðani frá, at hann hevði mist orkuna í báðum motorunum, og at flogfarið var á veg niður.

Ein minutt seinni var sambandið við flogfarið kvett, og tað eydnaðist ikki eftirlitinum at fáa at vita frá flogskiparanum, hvar hann var staddur.

Mett verður út frá fiskileiðini hjá Hrafn Sveinbjarnarsyni og vraklutunum, at talan er um júst hetta flogfarið.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30