Donald Trump undirskrivaði í dag, hósdagin 27. august 2026 eina forsetaskipan um, at Lake Ontario framyvir skal eita Lake America í almennari amerikanskari nýtslu.
Skipanin kemur sambært Reuters í gildi beinanvegin og skal setast í verk av amerikanska innanríkisráðnum.
Vatnið liggur bæði við kanadiska landslutin Ontario og amerikanska statin New York.
Kanada er ikki bundið av at brúka nýggja navnið, og Trump kann heldur ikki einsamallur áseta, hvat Kanada ella altjóða felagsskapir skulu kalla vatnið.
Avgerðin kemur mitt í einari álvarsamari handils-og tolltrætu millum USA og Kanada.