Ongi úrslit

Trump elvdi til vreiði í Íslandi: Amerikanski sendiharrin kallaður á fund

Íslendski uttanríkisráðharrin kallaði amerikanska sendiharran á fund, eftir at Donald Trump hevði lagt út eitt kort, har Ísland var hult av amerikanska flagginum.

© Truth Social.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Íslendski uttanríkisráðharrin, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, kallaði amerikanska sendiharran í Íslandi, Billy Long, á fund eftir eitt uppslag hjá Donald Trump forseta á sosialum miðlum. Tað skrivar RÚV.

Á kortinum, sum Trump legði út á Truth Social sunnudagin, var Ísland hult av amerikanska flagginum.

Ísland kallaði uppslagið óhóskandi

Íslendska uttanríkisráðið sigur við RÚV, at greið boð vórðu givin amerikanska sendiharranum á fundinum.

– Á fundinum varð gjørt púra greitt, at uppslagið varð mett at vera fullkomiliga óhóskandi, upplýsir íslendska uttanríkisráðið.

Eingin tekstur fylgdi við uppslagnum, og Trump greiddi heldur ikki frá, hví hann hevði lagt kortið út.

Billy Long tók formliga við sum amerikanskur sendiharri í Íslandi í síðsta mánaði.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

Í gjár kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

Í gjár kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

22 tímar síðan