Íslendska uttanlandsnevndin átti at fingið boð nógv fyrr um eina óvanliga telefonsamrøðu millum Donald Trump og táverandi forsætisráðharran Bjarna Benediktsson, heldur næstformaðurin í nevndini, Sigurður Helgi Pálmason. Nevndin varð fyrst kunnað um málið á sínum seinasta fundi.
Samrøðan fór fram 26. november 2024, fýra dagar undan íslendska altingsvalinum. Trump var tá nývaldur forseti í USA, men hevði enn ikki tikið við embætinum.
Nevndi Ísland sum 51. stat
Sambært fleiri keldum hjá RÚV segði Trump í skemtiligum tóna, at vinir og skyldfólk hansara høvdu tosað um, at Ísland kundi gerast 51. staturin í USA.
Bjarni Benediktsson skal hava víst hugskotinum frá sær og tikið tað sum skemt. Men Trump skal síðani hava biðið hann hugsa væl um tað, eftir at Bjarni hevði vunnið valið. Bjarni vann tó ikki valið og helt tí ikki fram sum forsætisráðharri.
Samrøðan fór fram uttan um vanligu diplomatisku mannagongdirnar. Eingin upptøka ella almenn frásøgn av samrøðuni finst, men ein embætismaður lurtaði við og tók notat.
Nevndarlimur: Áttu at fingið boð fyrr
Sigurður Helgi Pálmason sigur, at uttanlandsnevndin átti at verið kunnað um samrøðuna nógv fyrr.
– Eg haldi, at tað hevði verið sera gott, um uttanlandsnevndin hevði vitað um hesa samrøðuna, sigur hann.
Fundurin í nevndini er trúnaðarmál, og eingin niðurstøða varð tikin. Nevndin hittist aftur mikudagin.