Amerikanska stjórnin hevur lagt fram ætlanina America First Seafood Strategy, sum skal gera amerikanska fiskivinnu meira kappingarføra.
Sambært amerikanska havstovninum NOAA skal ætlanin gera tað lættari at økja veiðuna, har vísindaliga grundarlagið loyvir tí.
Samstundis skulu óneyðugar reglur einfaldast, og fiskimenn skulu fáa betri atgongd til fiskileiðir.
Stjórnin ætlar eisini at seta eina serliga upprunamerking í verk og skipa fyri átakinum Eat American Seafood, sum skal økja søluna av amerikanskum fiski.
Nýggj skip og strangari eftirlit
Ætlanin skal eisini stuðla undir endurnýggjan av fiskiflotanum, útbygging av fiskavirkjum og íløgur í havnir og skipasmiðjur.
Samstundis skal eftirlitið við innfluttum sjógæti herðast fyri at basa ólógligum fiskiskapi og sviki.
Stjórnin ætlar at nýta verandi fíggingarskipanir heldur enn at játta nýggjar pengar.
Endamálið er at skapa fleiri amerikansk arbeiðspláss og gera USA minni bundið at útlendskum fiskavørum.