Ongi úrslit

Trump vendir: Ukraina fær loyvi at framleiða Patriot-rakettir

USA gevur Ukraina loyvi at framleiða Patriot-loftverjurakettir, eftir at Kyiv í meira enn hálvt ár hevur trýst á Washington.

© Wikipedia.
USA fer at geva Ukraina loyvi at framleiða amerikanskar Patriot-loftverjurakettir.
Edmund Jacobsen
9 tímar síðan

USA fer at geva Ukraina loyvi at framleiða amerikanskar Patriot-loftverjurakettir. Tað sigur Donald Trump, forseti í USA.

Trump segði á NATO-toppfundinum í Ankara, har hann stóð saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, at Washington fer at geva Kyiv “rættin at framleiða Patriots”.

Patriot-skipanin er sambært ukrainskum myndugleikum einasta veruliga verjan hjá Ukraina móti ballistiskum rakettum. Men rakettgoymslurnar eru vorðnar álvarsliga smáar.

Trump segði, at USA fer at vísa Ukraina, hvussu framleiðslan skal fara fram. Hann viðgekk, at skipanin er “sera torgreidd”, men segði, at Ukraina skjótt fer at megna tøknina.

Kyiv hevur biðið um loyvið í meira enn hálvt ár, men higartil hevur Washington noktað.

Sambært Zelenskyj framleiðir Lockheed Martin umleið 600 Patriot-rakettir um árið. Ukraina sigur, at Russland framleiðir umleið 120 ballistiskar rakettir um mánaðin.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

13 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47