Ongi úrslit

Trý feløg leggja saman: Uppisjóvarskipið Birita verður savnað í einum felagi

Kappingareftirlitið viðger samanlegging, har uppisjóvarrættindi hjá trimum feløgum verða savnað í einum felagi.

© Edmund Jacobsen
Uppisjóvarskipið Birita við bryggju í Runavík í januar í ár.
Edmund Jacobsen
8. juli kl. 09:19

Kappingareftirlitið hevur móttikið fráboðan um, at Sp/f Gráastein, Sp/f Ango og Sp/f 07.05.2026 leggja saman.

Feløgini ætla framyvir at reka uppisjóvarvirksemið undir einum. Tey hava hvør sær uppisjóvarfiskirættindi, men meta, at tað er meira lønsamt at leggja rættindini saman.

Felag undir stovnan er partur av samanleggingini

Sp/f 07.05.2026 er eitt felag undir stovnan hjá Sp/f Undir Mølini. Felagið er stovnað í sambandi við kloyving av P/f Kinnfelli.

Eftir samanleggingina fer felagið at eiga og reka skipið Birita.

Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. juli 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00