Ongi úrslit

Trý fólk tikin fyri harðskap

Áki Bertholdsen
3. mai kl. 10:17

Tað hevur verið nógv av fólki í býnum í nátt, og tað gekk ikki heilt friðarliga fyri seg. Løgreglan sigur, at tvær ferðir hava fólk ringt til tey at melda harðskap.

Annar tilburðurin var á einum skeinkistaðið í Havn, har fólk komu til ilnar. Í tí sambandi vórðu tvey fólk handtikin og skuldsett fyri harðskap.

Eisini á bátastevnuni á Toftum tók illstøða seg upp, og har varð eitt fólk handtikið og skuldsett fyri harðskap.

Fólkini, sum eru skuldsett fyri harðskap, vórðu avhoyrd og síðani leyslatin aftur ímeðan málið gongur sína gongd í rættarskipanini og tey verða endaliga avgreidd.

Fólkini, sum vóru fyri harðskapi, fóru til lækna at skjalprógva skaðarnar, tey høvdu fingið, men løgreglan vil ikki siga nakað um, hvussu stórir skaðarnir eru.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47