Í Runvavík og har um vegir hava tey ávísar trupulleikar av ungdómum, sum koyra runt á skutara. Og í gjár fór løgregla ein túr tann vegin við tí fyri eyga at eygleiða ferðsluna við skutarum.
Úrslitið varð, at trý prutl vórðu tikin og tey koyrdu øll ov skjótt. Í slíkum førum verður nummarplátan tikin og prutlið verður ikki skrásett aftur fyrr enn tað er sýnað á Akstovuni og tað er staðfest, at tað aftur er í lógligum standi.
Harumframt vísti tað seg, at tann eini førarin hevði ikki koyrikort til skutaran, so tað er fær hann eisini bót fyri.