Ongi úrslit

Trýst á landamørkini hjá ES: Fólkatingið kallar í skundi stjórnina inn til orðaskifti

Flóttafólkastøðan í Ceuta og vaksandi trýstið á ytru landamørkini hjá ES fáa nú Fólkatingið at krevja svar frá donsku stjórnini.

© Folketinget.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Fólkatingið fer 12. august at hava orðaskifti við forsætisráðharran og útlendinga- og integratiónsráðharran um Schengen-samstarvið og ytru landamørkini hjá ES.

Orðaskiftið tekur støði í teir nógvu migrantarnar, sum seinastu tíðina eru komin til spanska býin Ceuta í Norðurafrika.

Venstre, Dansk Folkeparti, Liberal Alliance, Konservative og Danmarksdemokraterne hava biðið um orðaskiftið.

Óttast avleiðingar fyri Danmark

Flokkarnir vilja hava at vita, hvørjar avleiðingar støðan í Ceuta og trýstið á ytru landamørkini hjá ES kunnu fáa fyri Danmark og Schengen-samstarvið.

Stjórnin skal eisini greiða frá, hvørji átøk hon ætlar at seta í verk fyri at styrkja verjuna av ytru landamørkunum. Harumframt verður spurt, um Danmark er til reiðar at verja síni egnu landamørk, gerst tað neyðugt.

Orðaskiftið 12. august byrjar klokkan 10 danska tíð og varir í tveir tímar og 15 minuttir. Ein møgulig atkvøðugreiðsla verður 13. august klokkan 10.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

8 tímar síðan

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58