Talið er lækkað úr 17,5 prosentum í 2022. Samstundis høvdu 77,5 prosent annaðhvørt ikki brúkt slíkar vørur ella ikki brúkt tær seinastu 12 mánaðirnar.
Munurin millum kynini er stórur. Í 2025 royktu 20,8 prosent av monnunum dagliga, samanborið við 12,6 prosent av kvinnunum. Hjá báðum kynum er talan tó um eina minking síðani 2022.
Dagliga nýtslan var størst millum 35–49 ára gomul. Har brúktu 21,3 prosent tubbak ella líknandi vørur. Síðani komu 25–34 ára gomul við 19,9 prosentum og 50–64 ára gomul við 19,8 prosentum.
Stórur munur millum ES-lond
Bulgaria hevði hægsta talið í ES við 26,3 prosentum. Svøríki hevði 23,9 prosent og Kroatia 23,6 prosent. Niðurlond lógu lægst við 9,9 prosentum.
Í 17 ES-londum minkaði dagliga nýtslan frá 2022 til 2025. Størsta minkingin var í Spania og Luksemborg, meðan Kroatia og Litava høvdu størstu økingina.