Í nógv ár hava vestmenningar virka fyri at fáa tunnil til Vestmanna fyri at sleppa undan Vestmannavegnum, sum viðhvørt er ringur um veturin.
Men fáa vestmenningar tann tunnilin, tey vilja hava, kann hann koma at kosta eina milliard.
Grímur Sundstein, løgtingmaður fyri Fólkaflokkin hevur spurt partamannin, Jacob Vestergaard, landsstýrismann í samferðslumálum, hvussu gongur við arbeiðnum at fyrireika tunnil til Vestmanna.
Hann sigur, at Landsverk hevur arbeitt við tveimum ymiskum loysnum. Onnur loysnin er ein tunnil upp á 4,2 kilometrar úr Kvívík til Vestmanna. Hin loysnin, sum vestmenningar vilja hava, er ein 6,2 kilometra langur tunnil úr Leynum til Vestmanna.
– Ein tunnil ímillum Kvívík og Vestamanna verður mettur til at kosta 550 milliónir, men við einum váðaískoyti upp á 30 prosent, kostar hann 715 milliónir.
Ein tunnil ímillum Leynar og Vestmanna verður mettur til at kosta 800 milliónir, men við einum váðaískoyti upp á 30 prosent, kostar hann umleið ein millird, sigur Jacob Vestergaard.
Jarðfrøðiligu kanningarnar eru gjørdar í sambandi við tunlarnar og arbeiðið at prosjektera tunnilin til Vestmanna verður gjørt, tá ið avgerð er tikin um, hvør av nevndu tunlum skal gerast.
Tá ið arbeiðið at fyrireika Vestmannatunnilin er liðugt, og peningur verður játtaður til at gera tunnilin, verður verkætlanin boðin út til arbeiðstakarar. Og tá ið tilboðini eru komin inn, og kostnaðurin er kendur, verður lógin um hann løgd fyri Løgtingið.
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við eini íløguætlanini fyri árini 2027 - 2036, sigur landsstýrismaðurin.
Íløgurnar verður umleið 600 milliónir um árið, men tað er ringt at raðfesta tær, tí tørvurin er sera stórur, bæði innan samferðslumál og flest onnur málsøki, sigur Jacob Vestergaard.
Jacob Vestergaard sigur, at hann fer at virka fyri, at allar fyrireikingar til Vestmannatunnilin vera lidnar næsta ár, soleiðis at verkætlanin verður klár at bjóða út, tá ið peningur verður tøkur til endamálið.
Les meiri her: https://www.dimma.fo/grein/ein-milliard-nei-600-650-millionir