Ongi úrslit

Tunnilin undir Traðarhamri: Nú verður spurt, nær arbeiðið kann byrja

Kristian Krog Hentze krevur nú greið svar um tunnilin undir Traðarhamri í Sandoynni, kostnaðin og nær arbeiðið kann byrja.

Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður, vil nú hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá, um tunnilin undir Traðarhamri í Sandoynni verður veruleiki.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Kristian Krog Hentze, løgtingsmaður, vil nú hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá, um tunnilin undir Traðarhamri í Sandoynni verður veruleiki – og nær hann í so føri kann gerast.

Í einum skrivligum fyrispurningi frá 15. september spyr hann millum annað, hvat royndarboringarnar á Traðarhamri hava víst um jarðfrøðina og møguleikan at gera tunnilin. Hann vil eisini vita, nær endaliga frágreiðingin verður liðug, og um hon verður løgd alment fram.

Kann gerast partur av Suðuroyartunlinum

Ein av høvuðsspurningunum er, um tunnilin undir Traðarhamri verður prosjekteraður og boðin út sum partur av samlaðu verkætlanini um Suðuroyartunnilin.

Sambært lógini skal P/F Suðuroyartunnilin fyrireika og prosjektera farleiðina frá verandi vegi í Traðardali, eystan fyri Sandsvatn, við vegum og møguligum tunli undir Traðarhamri til undirsjóvartunnilin í Djúpadali. Farleiðin skal eisini knýtast at verandi vegum til Skálavíkar og Skarvanes.

Hentze spyr harumframt, hvussu langur tunnilin eftir ætlan verður, hvar tunnilsmunnarnir skulu vera, og hvør fyribils kostnaðarmetingin er.

Sands kommuna vil hava tunnilin fyrst

Sands kommuna hevur áður mælt til, at tunnilin undir Traðarhamri verður gjørdur liðugur, áðrenn farið verður undir at bora Suðuroyartunnilin úr Djúpadali.

Kommunan hevur víst á, at tunnilin eisini hevði verið ein góð loysn fyri eystanbygdirnar og kundi bøtt um trupulleikarnar við tungari ferðslu gjøgnum Sandafløttin. Meirilutin í Fíggjarnevndini hevur eisini tikið undir við, at tunnilin er ein góð loysn.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

9 tímar síðan