Ongi úrslit

Tvær ítróttargreinar afturat hava fingið viðurkenning - og tríggir fingu silvurnál

Frá vinstru eru tey Elin Heðinsdóttir Joensen, Magnus Tausen, Edna Maria Debes og Niclas Joensen
Áki Bertholdsen
13. mai kl. 16:30

Á aðalfundi hjá ÍSF leygardagin vórðu tvær ítróttargreinar afturat limaðar inn í ÍSF. Talan var um Føroya Styrkisamband og Dartsamband Føroya, sum nú eru tikin upp í ÍSF sum sersambond. Sostatt eru nú 18 sambond og átta menningarsambond í Føroyum

 Føroya Styrkisamband varð stovnað í 2019, og har eru seks feløg limir. Dartsamband Føroya varð upprunaliga stovnað í 1992 og síðani endurstovnað í 2014. Har eru níggju feløg limir.

Eisini greiddi Elin Heðinsdóttir Joensen frá broytingum í Starvsnevndini, har Niclas Joensen loysti Magnus Tausen av, og í Íðkaranevndini, har Edna Maria Debes takkaði fyri seg.

Og so fingu umboð fyri sambondini alment høvi at hitta nýggja aðalskrivaran, Maritu Debess Magnussen, sum tók við 1. mai.

Elin Heðinsdóttir Joensen bjóðaði henni á fundinum vælkomnari í starvið, samstundis sum hon takkaði Peturi Mittún, sum hevur verið aðalskrivari seinastu sjey árini, fyri stóra arbeiðið.
Av evnum, sum nú standa høgt á raðfestingarlistanum hjá ÍSF, er limaskapurin í IOC.
– Tað er ein stór forðing, at Føroyar ikki hava limaskap í IOC. Við verandi støðu fáa vit illa ment okkara fremstu íðkarar - og nógvir íðkarar noyðast at umboða Danmark, skulu tey kappast altjóða, vísti Elin Heðinsdóttir Joensen á.
Hon legði dent á, at tað skal streingjast á fyri at fáa hesi viðurskiftini broytt - bæði á ítróttaligum og politiskum støði.
Frá vinstru eru tey Petur Bláberg, Dart, Elin Heðinsdóttir Joensen og Heini Hátún, Styrki

Sum vant vórðu heiðursnálir eisini handaðar á aðalfundinum. Silvurnál fáa tey, sum taka við sum forfólk í einum sersambandi.
Tey, sum fingu silvurnál hesa ferð vóru:
Petur Sigurd Johannesen, Judo; Kári á Høvdanum, svimjing; Bergur Zachariassen, Frælsur ítróttur Føroya - hann var ikki til staðar

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03