Ongi úrslit

Tveir bilførarar koyrdu púra ólógliga

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í Suðuroy varð ein bilførari tikin. Talan var um ein, sum hevði mist koyrikortið í eina tíð, men tað var ikki komið har til at hann kundi havt tikið koyrikortið aftur.

Tí er hann skuldsettur fyri at koyra bil í frádømingartíðini. Og tá ið hann varð kannaður, varð úrslitið, at hann er eisini skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Í Havn hendi eitt ferðsluóhapp í Havnini, har ein bilførari ikki helt sína víkiskyldu og koyrdi á ein annan bil. Tað vísti seg kortini, at bilførarin, sum ikki helt víkiskylduna, hevði heldur einki koyrikort, so tað er hann eisini skuldsettur fyri.

Vanliga kostar tað eina bót upp á 5.000 krónur at koyra við ongum koyrikorti.

Á Velbastaðhálsi hendi eisini eitt ferðsluóhapp. Har komu tveir bilar koyrandi sama veg, men tá ið tann fremri bilurin bremsaði, rendi hin aftari upp í reyvina á honum.

Báðir bilarnir fingu skaða, men fólkaskaði var eingin. Førarin á bilinum, sum koyrdi aftan fyri skal vænta sær at fáa bæði bót og klipp í koyrkortið

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29