Ongi úrslit

Tveir minuttir frá uppflyting

Tað rakk akkurát ikki til uppflyting hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping á Kýpros

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Kýpros - Mynd: Ingi Arge
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
3 tímar síðan

Javnleik 2-2 ímóti Kýpros, og 0-4 tap fyri Rumenia.

Tað var úrtøkan hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping á Kýpros.

Harafturat spældu okkara dreingir eisini ein venjingardyst ímóti einum sterkum japanskum U17-landsliði. Úrslitið gjørdist 4-0 til Japan.

Føroyska liðið var annars nær við at fáa øll stigini ímóti Kýpros, ið samstundis hevði havt við sær uppflyting til deild A í næstu EM-undankapping.

Pætur Sigurdsson Højgaard og Andrew Poulsen løgdu Føroyar á odda 2-0, men í 88. minutti minkaðu kýpriotar um munin, og tá tveir av fýra minuttum av yvirtíðini vóru spældir, javnaði Kýpros til 2-2.

– Sjálvt um úrslitini ikki vóru tey, sum vit høvdu vónað, er kortini nógv, sum vit kunnu taka við okkum frá hesari kappingini. Dreingirnir góvu alt, arbeiddu hart og vístu, at teir megna at standa ímóti, tá mótstøðan er sterk.

– Men samstundis sóu vit, hvussu stóran týdning smálutir hava á hesum stigi. Vit skaptu fleiri góðar málmøguleikar og vístu gott spæl, men í avgerandi løtum vóru vit ikki nóg neyvir, og blivu ístaðin revsaðir hart fyri okkara mistøk, sigur venjarin, Christian Høgni Jacobsen.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

Í gjár kl. 09:30