Ongi úrslit

Tveir mistu koyrikortið - annar var akkurát á markinum

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á einum vegastrekki har bilførarar ofta verða tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Talan um tað strekkið á Velbastaðvegnum sum gongur ímillum Millum Horna og Norðasta Horn. Har er ikki loyvi at koyra 80 sum nógv halda, men bara 60.

Og í gjár mistu tveir bilførarar koyrikortið, annar fyri at koyra 82 og hin fyri at koyra 98. Teir mistu tað treytað, og tað merkir, at teir kunnu halda fram at koyra, men mugu taka koyrikortið um aftur í næstu framtíð.

Men tann, sum koyrdi 98 var akkurát á markinum til at missa tað á staðnum, tí hevði hann koyrt 101, ella tríggjar kilometrar skjótari, hevði hann mist tað treytaleyst og slapp ikki at koyra aftur fyrr enn hann hevði tikið tað av nýggjum.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

4 tímar síðan

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30