Ongi úrslit

Tvey ferðsluóhapp og eitt herverk

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Hetta seinasta samdøgurið hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Í gjár hendur tvey ferðsluóhapp, men talan var bara um skrokkskaða og ikki um fólkaskaða.

Á Kaldbaksvegnum mátti ein bilførari høgga bremsurnr í fyri einum seyði, men bilurin, sum kom aftan á, kláraði akkurát ikki at bremsa, men bar við bilin frammanfyri.

Og á strekkinum ímillum Hellurnar og Oyndafjørð fór ein bilur oman av vegnum, men heldur ikki har var nakar fólkaskaði.

Summarfestivalurin er byrjaður í Klaksvík, men har hevur verið friðarligt. Onkuntíð mátti løgreglan upp í at fáa fólk at dempa tónleikin úr einum privatum hava, og mitt í nátt varð ein stórur rútur upp á 1,15 metur ferðir 2,40 metrar í einum virkisbygningi, brotin. Tey sóu ein mann halda til beins, men sóu ikki hvør tað var. Løgreglan kanna málið og sløkkiliðið setti plátur fyri.   

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Í gjár kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58