Tvær ferðir í gjár og í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá harðskapi.
Seinnapartin í gjár varð ein maður sligin í andlitið, men gerningsmaðurin er tikin og hann hevur sovið á løgreglustøðini í nátt.
Í nátt varð eisini ringt til løgregluna av einum skeinkistaðið, tí har var ein maður sligin fleiri ferðir.
Í hesum føri veit løgreglan ikki hvør gerningsmaðurin er, men tey hava fólk, sum skulu avhoyrast.
Løgreglan sigur, at í báðu førum var rúsdrekka uppi í.