Ongi úrslit

Tvey óhapp í hálkuni í gjárkvøldið - tað er eisini hált í morgun

Myndin er frá løgregluni
Áki Bertholdsen
23 minuttir síðan

Í gjár var fyrsti hálkudagur í vetur og í gjár hendi tvey ferðsluóhapp.

Tað eina hendi í Kaldbaksbotni tá ið ein rin bilur kom úrtunlinum. Men bilførarin varð tikin á bóli tí tað var hált uttan fyri. Løgreglan sigur, at bilurin snaraði runt mitt á vegum og rendi við reyvini fremst á ein bil, sum var á veg norðureftir.

Løgreglan sigur, at trý fólk fóru til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men tey sluppu undan óhappinum uttan nevnivert mein. í Sambandi við óhappið var tunnilin stongdur ein góðan hálvan tíma.

Í gjárkvøldið gleið eisini ein bilur út av á Velbastaðhálsi, og har hendi heldur eingin fólkaskaði. Løgreglan sigur, at báðir bilarnir vóru skøddir eftir forskriftunum.

Eisini í morgun verður boðað frá hálku úr Havnini og norðureftir og í Vágum.

Mest lisið hesa vikuna

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Í gjár kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

Í gjár kl. 17:23

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35