Ongi úrslit

Týdningarmiklir førleikar í føroyska samfelagnum

- Nú arbeitt verður við at strika týskt sum upptøkukrav til hugbreytina

Hanna Jensen rektari í Miðnámi á Kambsdali
4 tímar síðan

Okkara samfelag hevur tørv á sera nógvum ymiskum sløgum av førleikum. Tað er neyðugt halda slíkan kunnleika viðlíka og menna hann, so hann ikki hvørvur.

Tað er grundleggjandi vitan, at fólkið í einum landi er fremsta kelda til framgongd, saman við eitt nú náttúrutilfeingi, politiskum skili, góðum felagsskapi o.ø.

Okkum tørvar nógv fólk við handverksútbúgving og við øðrum yrkisligum útbúgvingum, bæði innan tænastu, handil, umsorgan og meira. Harumframt tørvar okkum fólk innan útbúgvingargeiran, innan fiskiskap og aling, í heilsugeiranum, innan ferðavinnu, innan kreativa vinnu, í gransking o.s.fr. Og tørvur er á øllum stigum av útbúgving, frá spesialarbeiðara til professara, og alt harímillum.

Í løtuni verður arbeitt við at strika upptøkukravið til gymnasialu hugbreytina á miðnámi, og hetta nertir við fleiri aðalspurningar, sum kjakað verður um, og tað er gott. Vit hava tørv á at tosa grundiga um, hvat fyri førleikar skulu finnast í føroyska samfelagnum, í føroysku vinnuni, á okkara arbeiðsmarknaði, í okkara fólki.

Týskt gjørdist aftur upptøkukrav til hugbreyt (og tvær aðrar breytir) frá august 2022. Undirritaða framdi sjálv kunngerðarbroytingina í 2019. Nýtt landsstýri kom til, sum beinanvegin broytti setta leistin, og longu tá hvarv tann heilt grundleggjandi ætlaði virknaðurin av broytingini, og tí fekk eftirstandandi kravið einans til hugbreytinga harðar avleiðingar fyri hesa breyt. Fólkið tók týðiliga ikki krøvini til sín, men valdi í stóran mun hugbreytina frá. Meiri um hetta niðanfyri.

Kjakið um týskt sum upptøkukrav er eftir mínum tykki ov avmarkað, tí tað er farið at snúgva seg um sjálva lærugreinina týskt, um týsktlærarar og týdningin, Týskland hevur í Europa. Eg skilji tað væl, tí tá ein lærugrein verður forfjónað, sum týskt er vorðið í eini 15-20 ár ella meira, so hendir slíkt sum ein reaktión. Aðrar fremmandamálslærugreinir eru eisini forfjónaðar og niðurraðfestar.

Men eftir míni fatan snýr málið um upptøkukrav seg í prinsippinum slett ikki um týskt, men um málførleikar í Føroyum sum heild. Vit koma frá eini siðvenju, har latín var ein grundlærugrein, sum tryggjaði grammatiska búgving og stuðlaði undir hini fremmandu málini, sum næmingar á miðnámi lósu. Harumframt vóru nógv fleiri ymisk tungumál nátúrligur partur av einum gymnasialum miðnámi og eisini av handilsskúlaútbúgvingini. Fram til 1994 høvdu málslingar føroyskt, danskt, enskt týskt, franskt og latín. Matematikkarar høvdu typiskt føroyskt, danskt, enskt og franskt. Frá 1994 hevði málslig linja føroyskt, danskt, enskt, týskt og eitt av fremmandamálunum franskt ella spanskt. Og latín var eitt typiskt frítt val hjá hesum. Matematisk linja hevði tá føroyskt, danskt, enskt og so eitt fremmandamál, antin týskt (framhaldsmál), franskt ella spanskt.

Skipanin, vit fóru til frá 2013 er soleiðis háttað, at málslingar hava føroyskt, enskt og so tvey fremmandamál, har valt verður ímillum danskt, týskt, franskt og spanskt. Fyrireikingarbreyt hevur eitt mál afturat føroyskum og enskum. Náttúrubreyt, tilfeingisbreyt, tøknibreyt og búskaparbreyt hava føroyskt og enskt. Onkrir møguleikar eru hjá náttúrubreyt at velja 1 mál afturat til tvey-ára lestur, antin danskt, týskt, franskt ella spanskt. Búskaparbreytin kann byrja eitt fremmandamál frá 1. ári, men tann siðvenjan er enn ikki serliga sterk, og einki fokus er á hetta.

Í trokanini millum allar hesar tungumálslærugreinirnar: fáir næmingar, sum á breytini veruliga hava pláss fyri máli, fáir næmingar, sum á breytini verða kravdir at lesa fremmandamál og sum heild fáir tímar leysir til vallærugreinir í allari skipanini - fær latín sera harða lagnu og dettur út.

ARGUMENTINI FYRI OG ÍMÓTI AT STRIKA TÝSKT SUM UPPTØKUKRAV

- Hugbreytin er minkað, síðani kravið kom innaftur

Fylgiskrivið til uppskot um kunngerðarbroyting við ætlan at strika týskt sum upptøkukrav nevnir í argumentatiónini hesar tættir; ójavnvág millum breytir, ávirkan á breytaval og størri javnvág millum breytir.

Rætt er, at hugbreytin er vorðin munandi minni, síðani upptøkukravið kom innanftur og onnur breyt er vorðin størri. Har eru tøl at fyrihalda seg til. Flokkarnir eru færri. Men tað er ikki tað einasta, sum er hent. Hugbreytin er fakliga styrkt, tað kunnu øll vitna, sum hava undirvíst hesum flokkum, síðani upptøkukravið fekk virknað. Málfatan og málførleikar standa sterkari, einstøku næmingarnir duga betri mállæru og duga betri aðrar lærugreinir, eitt nú støddfrøði.

Hetta kemur av, at allir næmingar hava potentiali, men tað er ikki altíð, at vit geva teimum høvi at læra nóg mikið á fleiri fakøkjum. Tí hava mong ikki fingið nóg mikið av røttu heilavenjingini, sum tað at læra eitt veruliga nýtt fremmandamál skapar av heilaførleika. Í verandi hugbreytaflokkum er øðrvísi. Samanberandi kann sigast, at hesir næmingar hava vant sínar viðføddu musklar. Hesir næmingarnar hava vant og ment heilan á málsliga/hugvísindaliga økinum við at fáast við fremmandamálið týskt.

Ynskiligt er veruliga, at hugbreytin fær størri undirtøku, so at fleiri læra fleiri mál, og helst skal støðið í málførleikum ikki lækka men hækka. So tá og um upptøkukravið til hugbreyt verður strikað, so eigur týskt at gerast kravd lærugrein í fólkakskúlanum, helst frá 7. flokki, eins og royndarverkætlanir í fólkaskúlum royna í løtuni. Ikki minst út frá argumentinum um javnseting – sí niðanfyri !

STØRRI JAVNVÁG MILLUM BREYTIRNAR

Eitt av argumentunum fyri at avtaka upptøkukravið til hugbreyt er at seta breytirnar javnt, so at tey, ið ikki valdu týskt, framvegis hava møguleika at velja ta hugvísindaligu breytina. Og, ja, tað er týdningarmikið, at breytir veruliga eru atkomiligar. Og her verður víst til, at frá 2028 skal upptøkukravið um alis-evnaføði til náttúrubreyt, tøknibreyt og tilfeingisbreyt, takast av, tí tá verður alis-evnafrøði ikki longur ein vallærugrein í 8. og 9. flokki, men verður kravd lærugrein.

Ein javnseting má tí merkja, at undirvísing í týskum eisini verður kravd í fólkaskúlanum – idéelt við sama tímatali, sum víðkaða kravið til alis-evnafrøði frá 2028. Tá metir mann, at fólkaskúlin ígjøgnum kravið um alis-evnafrøði í 7., 8. og 9.flokki fer at tryggja nóg góðan førleika at byrja á miðnámi á teimum trimum nevndu breytunum.

Tað logiska her hevði so verið at útsett strikingina av týskum sum upptøkukrav til hugbreyt til 2028, og so frá saman árstali innført eitt kravt tímatal av týskum til allar næmingar frá 7. flokki og upp til 9.flokk, so at øll kundu havt neyðugu málsligu og grammatisku førleikarnar at byrja á miðnámi, t.d. á hugbreyt, men eisini á øðrum breytum.

Harvið hevði týskt framhaldsmál verið lærugreinin á miðnámi, sum næmingar kundu valt, um teir høvdu áhuga at hildið fram við týskum. Tað vildi givið meining fyri fleiri, sum eftir tvey ára miðnámslestur tá høvdu uppnátt tað støðið, framhaldsmál á B-stigi, sum er eitt typiskt atongukrav til fleiri útbúgvingar. So kundu næmingarnir valt, um teir vildu lisið byrjarnarmál á miðnámi, spanskt A ella B og franskt A ella B), ella danskt A ella týskt framhaldsmál B ella A.

VAKSA UM MÁLSLIGAN FØRLEIKA OG ÁHUGA

Eitt endamál við uppskotnu broytingini er at fáa skapt størri áhuga fyri máli og at vaksa um førleikarnar til mál. Hetta er eitt øgiliga gott endamál. Spurningurin er bara, hvussu tað kann gerast, og um hendan broytingin ger tað?

Ofta verður ført fram, at kravið um týskt frá fólkaskúlanum ikki gevur meining, tí einki krav er um at halda fram at lesa týskt á miðnámi. Undirritaða heldur hesa hugsan vera heldur avmarkandi, tí gloymt verður helst, at lærugreinin týskt snýr seg um nógv meira enn bara ítøkiliga tungumálið týskt. Hon er (ella hevur fingið leiklut sum) fyrst og fremst ein mállæru-lærugein, ein lærugein, sum mennir grammatiska fatan og hækkar grammatiska vitanar- og nýtslustøðið, sum eisini byggir upp breiða málfatan í øllum málum og hækkar abstraktiónsstigið í hesum vísindaøkinum. Tað mennir førleikan at læra eitt veruliga fremmant mál, tí danskt og enskt, sum fólkaskúlanæmingar skulu læra frá 3. og 4. flokki, kunnu ikki longur sigast at vera fremmand mál í Føroyum. Næmingar kenna bæði málini væl, áðrenn teir fara í 1.flokk, og bæði málini eru meira at fata sum annaðmál hjá fólkinum í Føroyum, alt eftir, aldri ella upprunalandi. So tí er møtið við lærugreinina týskt tað fyrsta, har tú veruliga mást til verka við fremmandamálslæring.

Vit kunnu siga, at týskt í dag her hevur tann leiklut, sum latín hevði áður: at læra mállæru, at hava eina nóg sterka almenna búgving í grammatik og mentanarfatan, breitt hugsað. Munurin er tó, at latín er ikki eitt livandi mál, og at við týskum fæst bæði ein hollur grammatiskur førleiki, umframt at allir føroyingar ígjøgnum fólkaskúlan fáa atgongd til stórt livandi europeiskt tungmál og byrja at ferðast meira og meira sjálvstøðugt í tí týsktmælta heiminum, eins og ítøkilig og almenn mentanarfatan verður styrkt munandi. Hesir førleikar gera, at uttan mun til, um tú gert meira við týskt í lívinum, so er eitt grundarlag lagt, sum styrkir førleikan hjá næmingunum at læra heilt nýggj fremmandmál sum eitt nú franskt og spanskt, men eisini førleikarnar at betra móðurmál, enskt og danskt um somu leið.

Hetta eru førleikar, sum ikki bert hugbreytanæmingar hava tørv á, men allir næmingar. Og tí vil undirritaða skoyta upp í, at skilagott hevði verið at innført (aftur), at aðrar breytir sum tað allarminsta skulu hava krav um 1 fremmandamál afturat móðurmáli (føroyskum) og enskum. Næmingar á øllum breytum kundu tá bygt víðari á tað týska, tey høvdu havt sum kravd lærugrein í fólkakskúlanum, ella valt danskt víðari, ella byrjað upp á franskt ella spanskt.

Hendan almenna búgving hevði givið Føroyum aftur førleikar í norðurlendskum máli og trimum stórum europeiskum málum, sum í løtuni verða mistir, so hvørt eitt ættarlið kemur undan, ið ikki hevur lært nóg mikið at grammatik og av fremmandamálsførleikum og eini tvey av nevndu málum, eitt ættarlið, sum í roynd og veru bert lærir føroyskt og enskt.

Nógv kundi verið sagt afturat um upptøkukrøv til breytir og um mállærugreinir í Føroyum. Men eg endurtaki: leggið kravið um eina fremmandamálslærugrein inn á allar miðnámsbreytir (afturat føroyskum og enskum), tað vil gagna føroyska samfelagnum, vinnuni, einstaklingunum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

Í gjár kl. 11:51

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07