Ongi úrslit

Týsk hermegi veksur: Hevur skjótt stórsta herin í Evropa

Týskland verður skjótt leiðandi hernaðarveldi í Evropa. Tað setur nýtt trýst á evropeiskar leiðarar um felags verju.

© Bundeswehr / Mario Bähr
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Týskland er á veg at gerast leiðandi hernaðarveldi í Evropa. Longu næsta ár verða týsku verjuútreiðslurnar sambært ECFR eins stórar og tær hjá Fraklandi og Bretlandi tilsamans. Í 2030 væntast tær at vera munandi størri.

Málið hjá týsku stjórnini er greitt: Týskland skal hava sterkasta konventionella herin í Evropa.

Tað hendir, meðan Russland heldur fram við krígnum móti Ukraina, og Donald Trump hevur sett amerikansku NATO-trygdina í iva. USA hevur eisini boðað frá, at 5.000 amerikanskir hermenn skulu takast úr Týsklandi.

Evropa má bera størri byrðu sjálvt

Spurningurin er ikki longur, um Týskland fær størri hermegi. Tað fær landið eftir øllum at døma.

Spurningurin er, hvussu nýggja hermegin verður bundin í eina felags evropeiska verju.

ECFR vísir á, at Evropa í dag er bundið at USA í nærum øllum avgerandi lutum av verjuni: fregnartænastu úr rúmdini, tungum herflutningi, loftverju, leiðslu og kjarnorkuavskrekking.

Skal Evropa standa meira á egnum beinum, krevur tað eina nógv sterkari evropeiska skipan.

Ótti við týska yvirvág

Týska framgongdin skapar eisini ótta. Frakland stúrir fyri, at Týskland kann gerast ráðandi í evropeiskari vápnaframleiðslu. Pólski høgravongurin reagerar eisini harðliga, og onnur lond kenna seg ótrygg við gongdina.

Orsøkin er ikki bara søgan. Týskland hevur eisini stóran búskaparligan áhuga í at brúka verjumilliardirnar heima. Útflutningsbúskapurin er undir trýsti, og fleiri bilverksmiðjur verða longu umbygdar til vápnaframleiðslu.

Greiningin mælir til, at Friedrich Merz setur seg saman við Emmanuel Macron, Keir Starmer og Donald Tusk. Endamálið skal vera at gera verjuídnaðin meira evropeiskan og styrkja evropeiska stríðsførleikan.

Í dag hevur Evropa 174 høvuðsvápnaskipanir. USA hevur 33. Tað ger evropeiska verju dýrari, meira spjadda og veikari enn neyðugt.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Í gjár kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Í gjár kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

11 tímar síðan

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00