Ongi úrslit

Týski sendiharrin eftir Føroyaferð: Føroyar fáa størri strategiskan týdning

Týskland sær Føroyar sum ein alsamt týdningarmiklari strategiskan og búskaparligan aktør í Norðuratlantshavinum, í Evropa og í viðurskiftunum við Týskland.

© Týska sendistovan í Danmark.
Týski sendiharrin í Danmark, Anke Meyer, hevur verið á fyrstu almennu vitjan síni í Føroyum.
Edmund Jacobsen
1. sepember kl. 21:00

Týski sendiharrin í Danmark, Anke Meyer, hevur verið á fyrstu almennu vitjan síni í Føroyum. Eftir vitjanina er boðskapurin frá týsku sendistovuni greiður: Føroyar hava nógv størri týdning, enn støddin á landkortinum kundi bent á.

Sendistovan skrivar á LinkedIn, at samrøðurnar í Føroyum gjørdu tað greitt, at Føroyar fáa ein alsamt størri strategiskan og búskaparligan leiklut í Norðuratlantshavinum, í Evropa og fyri Týskland. Samstundis vaksa føroyska sjálvsálitið og politisku málini, verður sagt.

Fundir á hægsta politiska stigi

Á ferðini hevði Anke Meyer fundir við millum onnur løgmann, uttanríkis- og fiskimálaráðharran og løgtingsformannin. Sambært sendistovuni snúðu samrøðurnar seg millum annað um, hvussu Føroyar síggja heimin og sína egnu støðu í Norðuratlantshavinum.

Sendiharrin vitjaði eisini føroyskt vinnulív. Millum fyritøkurnar og stovnarnar, sum vitjað varð hjá, vóru Bakkafrost, MEST og Vinnuhúsið.

Týska sendistovan leggur dent á altjóða útsýnið og nýskapanarevnini í føroyskum vinnulívi.

Vinnulív, ferðavinna og Fróðskaparsetrið

Ferðavinnan var eisini á skránni, og sendiharrin fekk innlit í nýggj ferðavinnuhugtøk. Ferðin endaði á Fróðskaparsetri Føroya, sum sendistovan lýsir sum ein stovn, ið miðvíst styrkir støðu sína sum fróðskaparligur miðdepil í Norðuratlantshavinum.

Týska sendistovan takkar eisini føroyska heiðurskonslinum, Annfinni V. Hansen, fyri hjálpina og vegleiðingina undir Føroyaferðini.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06