Týski ídnaðurin missir í løtuni umleið 15.000 arbeiðspláss um mánaðin. Sambært Tanja Gönner, stjóra í týska ídnaðarsambandinum BDI, er støðan álvarsom, og Týskland hevur mist kappingarføri.
Trýst úr fleiri ættum
Drúgvir bygnaðarligir trupulleikar, hørð kapping úr Kina og amerikanskur tollur raka týsk ídnaðarvirki samstundis. Avleiðingin er, at arbeiðspláss hvørva í stórum tali.
Gönner heitir á politikarar og vinnulívsleiðarar um at broyta kós. Hon heldur, at bæði vinnan og politiska skipanin mugu bera skjótt at, skulu fleiri arbeiðspláss ikki fara fyri skeytið.
Nýskapan skal venda gongdini
BDI-stjórin vísir samstundis á, at kreppan eisini kann gerast ein møguleiki. Týsk virki mugu leggja størri dent á nýskapan og menning fyri at standa seg í kappingini við Kina og megna øktu tollbyrðuna úr USA.